Magni Laksáfoss:Tí er neyðugt við vælferðagrunni

Ein orsøk til, at samráðingarnar um ABC samgonguna slitnaðu, var, at Sambandsflokkurin tvíhelt um, at ein eftirlønar- og vælferðargrunnur skal skipast. Her greiðir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum frá, hví tað er neyðugt við einum slíkum grunni

- Tað er neyðugt at skipa ein eftirlønar- og vælferðar grunn fyri at tryggja vælferðina hjás okkara pensjonistum um nøkur heilt fá ár.

Tað sigur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum og sum eisini má metast at vera fíggjarpolitiskur framsøgumaður hjá Sambandsflokkinum.

Fríggjadagin slitnaðu samráðingarnar ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin um eina nýggja samgongu.

Ein høvuðsorsøk til tað var, at Sambandsflokkurin kravdi, at vit av álvara fara at savna pening í ein eftirlønar- og vælferðargrunn.


Tryggja vælferðina

Vit hava spurt Magna Laksáfoss, hví tað hevur so stóran týdning fyri Sambandsflokkin, at ein slíkur grunnur verður skipaður, at flokkurin enntá kollsigldi samráðingarnar.

- Tað er fyri at tryggja vælferðina hjá okkara pensjónistum í allarnærmastu framtíð.

Tað hevur verið ført fram, at vit skulu seta 200-250 milliónir um árið í ein slíkan grunn heilt til 2035, men tað er ikki rætt, sigur Laksáfoss.

- Men tað er neyðugt at seta eina upphædd í grunnin í eini tvey, trý valskeið, ella í eini 8-12 ár. Annars fáa vit ikki ráð til at fíggja ellis-og røktarheim, heilsu- og almannaverk, eftirlønir og annað, sum eitt alsamt vaksandi tal av pensjónistum fer at hava brúk fyri.

- Tað er sostatt fyri at verja vælferðina hjá teimum, sum longu í dag eru eru miðaldrandi, at tað er neyðugt við einum slíkum grunni.

Hann vísir á, at í Danmark var avlopi í fjør 73 milliardir hjá tí almenna , altso hjá landi og kommunum. Tað svarar til 7% av bruttotjóðarúrtøkuni

Í Føroyum hevði hetta svarað til eitt avlop hjá landið og kommunum upp á 700 milliónir.

Hinvegin vænta danir, at avlopið fer at fella skjótt tey næstu árini pg longu í 2015, er tað komið heilt niður á 9 milliardir og tað er ikki meiri 0,4% av bruttotjóðarúrtøkuni.

Sostatt vænta danir at fara 6% eftir hæli tey næstu fáu árini.

Orsøkin til tað er, at talið á pensjónistum fer at hækka munandi, samstundis sum talið á fólkið í arbeiðsførum aldri, fer at minka.

Í Føroyum hava landið og kommunur eitt hall í fjør upp á 100 milliónir og í ár verður hallið 200 milliónir við gongdini sum nú er.

Fara vit eisini 6% eftir hæli tey næstu sjey-átta árini, standa vit við einum halli, sum er nærri einari milliard í 2015.

- Lagt verður upp fyri eldrabylgjuni í øllum øðrum londum og eg dugi ikki at síggja, hví vit skulu vera eitt undantak.

Hann sigur, at høvdu vit tey næstu árini kunna vent hallinum hjá landi og kommunum til eitt avlop upp á 2% av bruttotjóðarurtøkuni, hevði tað verið eitt risafet tann rætta vegin.

Skal tað eydnast fáa pening í grunnin, kann peningurin útvegast á ymsam hátt, kanska við at strika skattalættan, kanska við at lata vera við at yvirtaka, ella at útseta ymsar útbyggingar, sigur Magni Laksáfoss.

- Tað er ein spurningur um at raðfesta hendan vælferðargrunnin rættiliga frammaliga. Tað stutta av tí langa er, at almenna avlopið skal upp og hetta er ein spurningur, sum má takast í álvara, leggur hann afturat.

Hann sigur, at flestu flokkarnir eru samdir um, at taka málið í álvara, men politiska telvingin hevur verið um, hvussu raðfestingarnar so skulu vera.