Í dag viðger Fólkatingið eitt uppskot um at viðurkenna Palestina sum ein sjálvstøðugan stat.
Ein av teimum, sum hevur lagt uppskot um hetta fyri Fólkatingið, er føroyski fólkatingsmaðurin, Magni Arge fyri Tjóðveldi.
Hann hevur lagt uppskotið fyri Fólkatingið saman við fólkatingslimum úr Enheldslisten, Alternativet, SF og IA í Grønlandi.
Men tað er at kalla greitt, at uppskotið verður ikki samtykt, tí danski uttanríkisráðharrin, Kristian Jensen ger greitt, at Danmark eigur ikki at fara í sjálvdrátti og viðurkenna Palestina, uttan um ES.
Av tí sama mælir hann fólkatinginum frá at samtykkja uppskotið, tí hann vil heldur bíða eftir eini felags støðu til málið.
Annars tekur stjórnin undir við palsetinarar fáa ein sjálvstøðugan stat, men tað skal vera ein felags avgerð og tað er tíðin ikki búgvin til enn, serliga tí at politisku og umsitingarligu viðurskiftini í Palestina eru so ótrygg, eitt nú hevur demokratiskt val ikki verið í Palestina í yvir 10 ár og tað er danska stjórnin ikki sinnað at geva teimum viðurkenning fyri
Somuleiðis eru sosialdemokratarnir í ímóti uppskotinum, tí eisini tey vilja hava eina felags loysn.