- Tann, sum heldur, at hann hevur nakað at bjóða, eigur at bjóða seg fram. Tað sigur Magni Arge, fyrrverandi stjóri í Atlantsflog. Nú er hann ein av teimum, sum stillar upp til umboðsráðið hjá Tryggingini. Freistin at stilla upp var úti fríggjakvøldið, men fyri ikki at ”skapa óneyðugan forvirring hjá veljarunum” vil Tryggingin ikki almannakunngera, hvørji valevnini eru, fyrrenn atkvøðulistarnir verða sendir tryggingartakarunumi næstu viku. Men kortini hava summi valevni sjálvi boðað frá, at tey stilla upp til umboðsráðið. Eitt tað mest forvitnisliga valevni, sum higartil hevur gjørt vart við seg, er Magni Arge, fyrrverandi stjóri í Atlantsflog. - Fíggjarliga er Tryggingin eitt tað sterkasta felagið í landinum. Tað er ogn hjá okkum øllum og tað hevur ein ógvuliga týðandi leiklut í samfelagnum, sigur Magni Arge. - Tryggingarsamtakið er at kalla felags føroysk fólkaogn og eigur tí at at hava ein virknan lut í at byggja land. - Skipanin við at velja umboðsráð at virka sum aðalfundur, er eitt sindur serstøk og heldur ivaleyst fleiri frá at bjóða seg fram. Men nú havi eg stundir, og eg meti meg eisini at hava nakrar viðkomandi førleikar, frá mínum royndum í einari stórari fyritøku eftir føroyskum máti, sum eisini er skrásett á partabrævamarknaðinum. - Báðar fyritøkurnar skulu virka við til at byggja land og báðar skulu eisini liva upp til strong lógarkrøv og góðan leiðslusið. Tí havi eg val at bjóða meg fram, sigur Magni Arge. Hann heldur, at eitt felag, sum er so fíggjarliga sterkt sum Tryggingin, eigur at taka ein virknan lut í at menna trivnað í Føroyum.
Les eisini: Tryggingin afturlatin
- Tað er eisini avgerandi, at Tryggingin verður rikin forsvarliga, leggur hann afturat. Men hann skundar sær at leggja afturat, at hetta skal ikki takast sum um, at raksturin ikki er forsvarligur í dag. Her hetta eitt springbretti til okkurt størri? - Nei, tað veit eg ikki. Nú var tað hesin møguleikin, sum lá fyri og eg tók av, sigur Magni Arge. Umframt Magna Arge, vita vit higartil um at hesir stilla upp: Karl Birgir Isaksen Birgir Nielsen Dánjal Petur Nielsen Bergur Robert Dam Jensen Robert Poulsen Annika Waag Uni Danielsen Magni Arge Jonhard Eliasen Súni í Hjøllum Gunn Reginsdóttir Joensen Niels Olaf Eyvindsson Jákup Mørk
|










