Magni Arge er vertur fyri umstrídda vitjan

(Rás2 - Sjóðteim) Hoyr Magna Arge í samrøðu við Hilmar Jan Hansen greiða frá vitjanini hjá Carles Puidgemont í Keypmannahavn

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Magna Arge, fólkatingsmann hjá Tjóðveldi í sendingini "Sjóðteim", sum var send beinleiðis á Rás2 fyrrapartin í dag.

 

Samrøðan snúði seg um vitjanina hjá frákoyrda katalanska forsætisráðharranum, Carles Puidgemont í Keypmannahavn.

 

Magni Arge hevur bjóðað Carles Puidgemont til Keypmannahavnar, og hann hevur givið donskum politikkarum høvið at hitta Carles Puidgemont so tey kunnu hoyra hansara sjónarmið, men fleiri danskir politikkarar hava borið seg undan.

 

Magni Arge tvíheldur, at vitjanin snýr seg um grundleggjandi fólkaræðisligar spurningar. Carles Puidgemont má kunna halda, at Katalonia hevur rætt til at gerast eitt fullveldisríkið uttan, at hann skal enda í fongsli. Sama sum onkur føroyingur kann stríðast fyri, at Føroyar loysa frá danska ríkinum uttan at skula verða blakaður í fongsul.

 

Carles Puidgemont fekk høvið í dag at leggja síni sjónarmið fram á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Í morgin fer hann at hitta eitt minni tal av fólkatingslimum.

 

Spanski varasendiharrin í Danmark hevur givið ilt av sær, og sær helst, at eingin danskur fólkatingslimur hoyrir sjónarmiðini hjá Carles Puidgemont, so talan er um eina umstrídda vitjan.