Heimurin er enn einaferð skelkaður av eini ræðuligari yvirgangsatsókn í Fraklandi, og hesaferð hava í minsta lagi 84 fólk latið lív, umframt at eini 50 eru løstað, harav 18 álvarsliga.
Tað var í gjárkvøldið, mitt meðan stór fjøld av fólki var savnaða á promenaduni í franska strandarbýnum Nice at uppliva stóra fýrverki í sambandi við franska tjóðardagin, at ein lastbilur koyrdi beint inn í mannamúgvuna.
Sjónarváttar hava greitt frá, at 31 ára gamli bilførarin samstundis skjeyt eftir fólki, sum royndi at sleppa til rýmingar av Promenade des Anglais, har lastbilurin koyrdi næstan tveir kilometrar, aðrenn politiið fekk skotið mannin og stegðað bilinum.
Millum teirra, ið vóru so nær sum bara 50 metrar frá, har ræðuleikarnir hendu, vóru tvær familjur úr Føroyum, sum ferðast saman og telja ellivu fólk.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Magnu Juul Lundsberg úr Fuglafirði greiða frá