Maggi stóra myndaframsýning á ólavsøku

Magnus Gunnarsson og Tórshavnar Kommuna skipa fyri stórari myndaframsýning á Reinsarínum í Tórsgøtu á ólavsøku. Talan er um eina fyrr og nú-framsýning, har nýggja myndin er tikin á sama stað sum tann gamla.

 

Talan er sostatt um eina framsýning við gomlum og nýggjum myndum, har nýggja myndin er tikin á sama stað sum tann gamla.

Við at sammeta myndirnar sæst, hvussu ómetaliga stórar broytingar eru farnar fram í høvuðsstaðnum í tíðarskeiðnum millum, at myndirnar eru tiknar. Eisini, hvussu nógv býurin er vaksin.

Umleið 100 myndir eru á framsýningini.

Framsýningin er opin á Reinsarínum í fýra dagar - frá hósdegnum 27. juli til og við sunnudagin 30. juli frá kl. 14-21.