Tað hevur als ikki gingið eftir vild hjá Fulham, sum liggur aftast í Premier League og er fimm stig frá at lívbjarga sær í deildini. Felagið hevur nú tikið avleiðingarnar og koyrt René Meulensteen frá sum venjara í felagnum, og í hansara stað er týski Felix Magath settur.
Felagið skrivaði í tíðindaskrivi í kvøld, at teir hava gjørt ein hálvt annað ára sáttmála við Felix Magath, og at framtíðin hjá René Meulensteen í felagnum fór at verða kunngjørd innan fáar dagar. Men nú hevur René Meulensteen sjálvur váttað fyri BBC, at hann er koyrdur frá.
Hetta er fyrstu ferð, at 60 ára gamli Felix Magath skal royna seg sum venjari uttanfyri Týskland. Í heimlandinum hevur hann verið venjari hjá Hamburger SV, 1. FC Nürnberg, Werder Bremen, Eintracht Frankfurt, VfB Stuttgart, Bayern München, VfL Wolfsburg og Schalke 04.