sponsoravtala
Hondbóltsfelagið Tjaldur hevur fingið sín fyrst høvusstuðul.
Mánadagin varð gjørd sponsoravtala millm Hondbóltsfelagið Tjaldur og Maersk Air, sum komandi hálva annað árið ger danska flogfelagið til høvuðsstuðul hjá hondbóltsfelagnum.
Sum vant, tá slíkar avtalur verða gjørdar, so ynskja partarnir ikki at kunngera smálutirnar í hesari, men í tíðindaskrivi verður tó sagt, at báðir partar eru nøgdir um innihaldið í hesari.
Úr Tjaldri verður annars sagt, at hendan avtalan ? saman við teimum, sum felagið frammanundan hevur ? fer at viðføra, at tað í størri mun er møguligt hjá felagnum er reka eitt munagott ungdómsarbeiði, soleiðis at felagið í framtíðini aftur verður at finna á ovastu rók í føroyskum hondbólti.