Maersk Air fær nýggjan stjóra

Danska flogfelagið Maersk Air skal skifta stjóra. Á nýggjárinum tekur stórin í Air Greenland, Finn Øelund, við sum stjóri í Maersk Air

Danska flogfelagið Maersk Air fer at skifta stjóra á nýggjárinum. Flemming Ipsen, sum hevur verið stjóri seinastu tíðina, fer í annað starv, og nýggjur stjóri verður Finn Øelund, sum í dag er stjóri í Grønlendska flogfelagnum, Air Greenland.
Per Brinch, sum er kunningarleiðari hjá Maersk Air, sigur, at talan er um fyrireikað stjóraskifti í felagnum.
Nakað herfyri løgdu nevndarformaðurin, Bjarne Hansen, og stjórin, Ole Dietz, frá sær og eru farnir úr felagnum. Tá varð nýggj leiðsla sett, og skuldi hon so finna fram til eina varandi loysn.
Nýggi nevndarformaðurin, Troels Dilling, fekk til uppgávu at finna ein stjóra, sum hevði tilknýti og kunnleika til flogferðslu. Hann metir felagið seg hava funnið, nú stjórin í Air Greenland tekur við á nýggjárinum, sigur Per Brinch.
Flemming Ipsen, sum hevur verið stjóri í Maersk Air hesa tíðina, síðan leiðsluskiftið, hevur bara verið ein fyribilsloysn, soleiðis sum ætlað var frá byrjan. Hann fer nú í annað starv á høvuðsskrivstovuni hjá A.P. Møller fyritøkuni. Hann verður eisini nevndarlimur í Maersk Air.