Maersk á Runavík fyri fyrstu ferð

Í morgun stevndi skip frá Maersk Tankers inn á Skálafjørðin, har MEST syrgir fyri umvælingum

Síðani í morgun hevur Maersk Edgar ligið við havnarlagið í Runavík, stutt innanfyri havnarskrivstovuna. Har verður hann eftir ætlan liggjandi til mikudagin.

Talan er ikki um eitt av stóru tangaskipunum hjá Mærsk, men í eyðkenda ljósabláa litinum fyllir tað nógv upp og sæst úr flestu stovuvindeygunum í Saltangará og Runavík. Skipið er 186 metrar langt, 31 metrar breitt og umleið 40 túsund tons. Tað er komið úr Grønlandi og á Runavík, har skipasmiðjan MEST inntil mikudagin skal syrgja fyri umvælingum.

 

Havnarmeistarin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, var tíðliga í morgun og tók ímóti forkunnuga gestinum, sum hann losaði inn á Skálafjørðin.

-Hetta er hugaligt. Tá ið West Hercules 19. august stevndi inn á fjørðin, var talan um eitt nýtt blað í maritimu søgu okkara, sum varð vent. Tá varð roknað við, at hetta ivaleyst fór at verða hurðin til nýggjar møguleikar hjá tænastuvinnunum. Nú er tað upp til fyritøkurnar at bjóða seg fram og at kappast við aðrar veitarar. Søgan um West Hercules fór víða. Tað ber við sær, at tilvitanin um møguleikar her hjá okkum verður størri, og nú eru vit meiri við, enn vit áður hava verið, staðfestir Tórbjørn Jacobsen, sum vísir á týdningin av, at handverkaravinnan verður varðveitt:

-Lærlingatalið innan maskinhandverkið er ikki tað sama, sum tað onkuntíð hevur verið. Tað er altavgerandi, at tilgongdin verður størri, enn hon leingi hevur verið, og tað átti at verið so upplagt, tí eftirspurningurin vísir seg at vera stórur, heldur Tórbjørn Jacobsen.

 

Skiparin á Maersk Edgar er úr Skotlandi, og manningin telur eitt nú russarar, rumenarar, danir og filipinarar.

Maersk Edgar hevur verið leigað til at fylla oljugoymslurnar í Grønlandi, og vanliga gera teir umleið seks túurar um árið av europeiska meginlandinum og til eitt nú Polar Oil í Føroyingahavnini, Nuuk og Sisimiut.

 

Mynd: www.runavikarhavn.fo