Spurningurin um at avtaka samdøgursfrádráttin til føroyskar sjómenn við norðurlendskum skipum, er aftur farin at spøkja í samgonguni.
Teir hava rætt til at draga 300 krónur av inntøkuni um dagin, áðrenn skatturin verður roknaður, og herfyri legði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, uppskot fyri Løgtingið um at avtaka hendan samdøgursfrádráttin.
Men mótstøðan ímóti tí var so hørð, at hon tók málið aftur. Í hesum sambandi mælti ein samd fíggjarnevnd frá, at tað varð samtykt, tí tað er ein spurningur, sum skal takast upp í samband við eina skattanýskipan, hendan samgongan hevur sett sær fyri at fremja.
Tí tók Kristina Háfoss uppskotið aftur.
Men nú fíggjarnevndin hevur lagt áltið til fíggjarlóg fyri næsta ár, fyri Løgtingið, er samdøgursfrádrátturin aftur tikin fram, tí nú mælir meirilutin í Fíggjarnevndini, sum eru umboðini fyri samgonguna, aftur til at avtala hann.
- Mælt verður til at strika samdøgursfrádráttin frá 1. januar 2016, skrivar meirilutin í fíggjarnevndini, orðarætt, í álitinum.
Tað er í stóran mun føroyskir fiskimenn í Noregi, sum fáa samdøgursfrádrátt og grundgevingin er, at teir skulu missa hann, fyri at javntseta føroyskar fiskimenn við norskum skipum, við aðrar føroyskar fiskimenn, sum ikki fáa hendan frádráttin.
Og tað er sama niðurstøða, meirilutin í Fíggjarnevndini er komin til, tí hann skrivar í álitinum:
- Hetta fer í størri mun at javnseta føroyingar, ið eru við føroyskum fiskiskipum, og føroyingar, ið eru við útlendskum fiskiskipum, sigur meirilutin í fíggjarnevndini.
Meirilutin sigur eisini, at hetta fer at geva landskassanum 1,5 milliónir krónur meiri inn í skatti.
Tá ið Kristina Háfoss tók uppskotið aftur, staðfesti hon samstundis, at hon er framvegis sannførd um, at tað er tað einasta rætta av avtaka samdøgursfrádráttin. Hon heldur, at føroyskir fiskimenn skulu hava somu umstøður, sama hvørjum teir sigla við.
- Føroyskir fiskimenn fáa botnfrádrátt upp á 65.000 krónur, umframt ein fiskimannafrádrátt, sum er 14 prosent av inntøkuni upp til 470.000 krónur.
- Ein fiskimaður, sum hevur eina inntøku upp á 470.000 krónur, fær sostatt 65.800 krónur í fiskimannafrádrátti, og tilsamans er botnfrádráttinum hjá fiskimonnum sostatt 130.800 krónur um árið.
Men harafturat fáa fiskimenn við norðurlendsum skipum eisini ein samdøgursfrádrátt upp á 300 krónur um dagin.
Hjá einum, sum er burtur ímillum 180 – 200 dagar um árið, er samdøgursfrádrátturin 50.000 – 60.000 skattafríar krónur, afturat hinum frádráttinum upp á 130.800 krónur um árið.
Men tað fáa fiskimenn við føroyskum skipum ikki og sostatt eru føroyskir fiskimenn við føroyskum skipum, nógv verri fyri enn fiskimenn við norðurlendskum skipum, og tað er eisini kappingaravlagandi fyri føroysk reiðarí.