Fyrr í kvøld boðaði danska løgreglan frá á Tvitter, at ein maður er skotin við Vesturbrúgv í Keypmannahavn í kvøld, og seinni varð eisini kunngjørt, at maðurin er deyður.
Hendingin fór fram á horninum við Kaalundsgade og Vesterbrogade.
- Eg kann vátta, at skot eru latin av, og at ein maður tíverri er deyður av skotum, sigur Lars-Ole Karlsen hjá Københavns Politi.
Løgreglan fekk fráboðan um skottilburðin í kvøld klokkan 20.34 lokala tíð, og fyrr í kvøld segði vaktleiðari hjá Københavns Politi, at tann ella tey, sum skutu, framvegis ganga leys.
Københavns Politi sigur, at tey hava sperrað eitt størri øki av á leiðini, har tilburðurin fór fram í royndini at fatur á tí - ella teimum - sum lótu skot av, og leitað verður eisini við hundum.
Enn er ikki greitt, um talan møguliga er um stríð millum bandar í Keypmannahavn.











