Maður rýmdi undan ferðsluóhappi

Var í stolnum bili, tá óhappið hendi.

Í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið í Havnini. Tá løgreglan kom á staðið, var annar bilførarin, ein ungur maður, rýmdur av staðnum.


Tað var nú heldur ikki heilt uttan orsøk, tí løgreglan kundi staðfesta, at bilurin, ið viðkomandi koyrdi, var stolin fyrr á degnum frá eini bilasølu í Havnini.


Hóast tann ungi maðurin megnaði at rýma áðrenn myndugleikarnir komu á staðið, so eydnaðist ta løgregluni at tryggja spor frá bilinum, ið kunnu leiða til tann unga mannin.


Løgreglan heitir tískil á tann unga mannin, um at melda seg sjálvan. Tað er eisini ein fyrimunur fyri unga mannin, tí meira arbeiðið løgreglan og ákæruvaldið mugu gera, størri verður kravda endurgjaldið.


Í nátt steðgaði løgregluni eisini einum bili í Vágum. Bilførarin var ein átjan ára gamal maður.


Løgreglan fekk varhugan av, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, og tá viðkomandi blásti í útandingartólið, vísti tað langt yvir loyva markið.


Eftirfylgjandi blóðroyndin á Landssjúkrahúsinum staðfesti tað sama, so ungi maður verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, og kann vænta at missa koyrikortið.