Nú eru næstan 290 dagar, síðani enska smágentan Madeleine McCann hvarv úr einum hotellkamari í Praia da Luz í Algarve í Portugal. Síðani hevur portugisiska løgreglan kannað málið, og í gjár segði løgmálaráðharrin, Alberto Costa, í einari hoyring í tjóðartinginum, at løgreglan nærkast einari niðurstøðu.
-Upprunaliga skuldi løgreglan vera liðug við kanningarnar í síðsta mánað, men ríkisadvokaturin gav løgregluni tríggjar mánaðir afturat til at gera kanningarnar lidnar. Tað gjørdi hann eftir áheitan frá løgregluni, sum vildi hava betri stundir, tí málið er óvanliga torgreitt.
Alberto Costa segði ikki eitt orð um, hvørja niðurstøðu løgreglan fer at koma til, men eygleiðarar, sum hava fylgt málinum, halda ikki, at nakað nýtt er komið undan kavi í seinastuni.
Enn er eingin skuldsettur í málinum, men portugisiska løgreglan hevur fleiri ferðir sagt, at foreldrini hjá teirri horvnu gentuni eru undir illgruna. Kate og Gerry McCann fluttu úr Portugal aftur til Bretlands í septembur, og tey hava alla tíðina avsannað, at tey mevirkaðu til, at Madeleine hvarv.
Portugisiska løgreglan hevur avhoyrt bretan Robert Murat, sum búði tætt við hotellið, haðani Madeleine hvarv, men hann noktar seg sekan, og hann er heldur ikki skuldsettur í málinum.