Maðurin tey nevndu Orðabókin…

Oddagrein:

- Eingin í Føroyum fer nakrantíð aftur at verða kallaður »Orðabókin«!

 

Soleiðis segði Jonhard Mikkelsen, stjóri í forlagnum Sprotanum, tá Jóhan Hendrik Winther Poulsen varð heiðraður á sjeytifimm ára degnum í læraraskúlahøllini leygardagin.

 

Og rætt hevur hann, tí valla fer nakar einstakur persónur at seta so greið spor eftir seg á málsliga økinum, sum Jóhan Hendirk Winther Poulsen.

 

Sum fólk og sum tjóð kunnu vit bert fegnast um tey tøk, sum eru tikin málinum at frama. Um vit byrja við Jens Christian Svabo, sum fyri nærum hálvttriðhundrað árum síðani skrivaði »Indberetningarnar«, har hann at kalla skrivaði minningarorð um føroyska málið – og so flyta okkum sløk hundrað ár longur fram, til V. U. Hammershaimb setti síni greiðu fingramerki á skriftmálið – so er tað einki minni enn fantastiskt, at vit sum fólk hava fingið eitt so gott skriftmál, sum vit kunnu nýta til eitt nú tey hálvttriðhundrað eintøkini av okkara blað um árið.

 

Í fyrstu útgávuni av Sosialinum hin 24. mai í 1927 er høvuðsyvirskriftin »Grønland – Nogle Notitser fra den sidste Tides Debat om grønlandske Forhold…«

 

Tá var tað púra vanligt, at bløðini skrivaðu á donskum, hóast meginparturin í okkara blað tó varð skrivaður á føroyskum. Men í dag hevði hetta ikki komið fyri.

 

Í dag hava børn okkara nógvar lærubøkur á føroyskum, hóast ikki er komið á mál. Hetta var als ikki so fyri bert fáum árum síðani. Vit hava føroyskar útvarpsstøðir, og vit hava føroyskt sjónvarp – sum forrestin æt »fjernsýn« til fyri fáum árum síðani.

 

Treyðugt so – vit eru ikki øll samd um málsligu leiðina. Tað nýtist okkum heldur ikki at vera. Men tað tekur einki av tí megnar arbeiði, sum Orðabókin og onnur við honum gera. Ymiskleikin ger bæði okkum og málið ríkari.

 

Vit minnast øll aftur á tær frálíku orðabókasendingarnar, sum Jóhan Hendrik Winther Poulsen hevði í útvarpinum árini frá 1969-1993. Tað sigst, at hetta var eitt hugskot, sum hann hevði við sær úr Íslandi, og sum hann borðreiddi við fyri Niels Juel Arge, útvarpsstjóra, sum tók hann upp á orðið.

 

Hetta vísir, hvussu stóran týdning fjølmiðlar, og í hesum førum útvarp, hava fyri málið. Her hevur maðurin við eyknevninum »Orðabókin« dugað sera væl at gera sær dælt av hesum, til stórt gang fyri mál og mentan okkara. Tað var tí stórt spell, at Kringvarpið ikki vísti frálíka tiltakinum á Læraraskúlanum leygardagin ans, so fólk kring landið fingu lut í hugnaligu løtuni – tí »Orðabókin« er eitt úrslit av mentanarstovninum Útvarpi Føroya.

 

Her av blaðnum verður ynskt Orðabókini hjartaliga tillukku við degnum.