Maðurin játtar at hava stungið varafútan

Málið um mannin, sum er ákærdur fyri at hava stungið Finn Ougaard, varafúta í lærið, byrjaði í Føroya Rætti í morgun.

Saman við tí málinum er eisini málið um, at hann skal hava skotið eftir einum manni umborð á Váðasteini, sum lá við Bursatanga í Havn. Men maðurin noktar, at hann skal hava latið skot av.

Nú verður farið undir at avhoyra vitni, og tey eru nógv í tali. Málið heldur fram seinnapartin og í morgin.