Stutt eftir náttúrðatíð í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at ein maður varð vorðin stungin við knívi.
Tað vóru tveir mans, har annar búði í húsunum og hin var gestur, og har teir so vóru komnir til ilnar á einum bústaði í norðurøkinum.
Tað endaði við, at annar tók knív og stakk hin. Tann, sum varð stungin, varð stungin í beinið og fór á skaðastovuna til viðgerar, men hann varð útskrivaður aftur.
Løgreglan hevur síðani handtikið ein mann, sum er skuldsettur fyri at hava stungið hin, og hann situr nú í varðhaldið.
Løgreglan sigur, at enn vita tey rættiliga lítið um smálutirnar í hendingini, men tey arbeiða nú við at fáa fult yvirlit yvir støðuna, áðrenn støða verður tikin til, hvat skal henda í málinum.










