Dagfinnur Danbjørg
----
Sami maður er vorðin formaður í Vinnuhúsinum. Til fjølmiðlarnar letur hann kunngera, at flatskatturin fær fleiri í arbeiði og til at arbeiða fleiri tímar. Ikki eitt orð um, at flatskattaskipanin fer at føra við sær færri pengar til tey, ið kanska mest treingja til teir: brekað børn og vaksin, óarbeiðsfør, pensionistar og annars til útbúgvingar bert fyri at nevna nøkur fá dømi.
Soleiðis roynast ´álitismenn'. Nær verða teir steðgaðir?