Løgreglan í Havn leitar í løtuni eftir tí einum 51 ára gomlum manni.
Tað er 51 ára gamli Beinir Pætursson Hansen, sum býr á Norðasta Horni. Seinast nakar sá hann var umleið klokkan 21 í gjárkvøldið, tá ið hann fór til gongu heimanífrá.
Hann er 180 -185 sentimetrar høgur við myrkum, brúnligum hári og myrkum gráligum fullskeggi. Hann var í tjúkkari, ljósabrúnari troyggu við hvítum mynstri, bláum kovboybuksum og ljósum renniskóm.
Løgreglan sigur, at tey hava leitað á Norðasta Horni, og har umvegir, eisini uppi við byrgingina, men higartil hevur tað verið til fánýtis.
Tey, sum vita nakað um Beinir at siga, verða biðin um at siga løgregluni frá.