Tónleikur
Føroya besti elektroniski bólkur gjøgnum tíðirnar, hevur onkur rópt Maður:Glotta. Men einki hevur verið at hoyrt til bólkin í eini 8 ár, men í fjør fekk bólkurin sær myspace heimasíðu, og nú er greitt, at ein nýggj fløga er á veg, við samstarvinum millum teir báðar Messell og Ova, ið nú eitur Dennis Agerblad.
Bólkurin er farin undir at ljóðblanda triðju fløguna, ið væntandi verður givin út seinni í ár. Longu nú ber til at hoyra eitt lag hjá bólkinum, lagið Bussurin liggur á myspace síðuni hjá Maður:Glotti, myspace.com/maurglotti. Byrjunar reglan buss, buss, buss, eg droymi um ein muss, vísir, at fløgan tekur tráin upp eftir hinum útgávunum.
Heilstoyptur elektroniskur tónleikur
Maður:Glotti vísti á fløgunum Sum (Tutl, 1997) og Nakin (Tutl, 1999), at hetta var talan um mest heilstoyptu elektronisku tónleikaverkætlan, ið Føroyar hava fostrað. Bólkurin var stutt sagt frálíkur, og fløgurnar standa á hvør sín hátt sum sterkir varðar í føroyskum tónleiki. Á konsertum varð víst, at teir báðir Ova og Messell eisini megnaðu at flyta fløguútrykkið á pall. Nakin hevði meira av tí akkustiska við, og á lagnum Bussurin tykist hesin tráur at vera tikin upp.
Fløgurnar hjá Maður:Glotti vaktu stórar kenslur og vóru viðkomandi. Men eftir útgávuna av Nakin, hvarv bólkurin av sjónarringinum.
Messell bestur í Norður Jútlandi
Nógv hevur verið at hoyrt til helvtina av bólkinum Terja Messell, ið m.a. tað eina árið varð valdur ársins singer/songwriter í Norður Jútlandi. Undir listanavninum Messell hevur hann givið fleiri útgávur út, hann hevur somuleiðis spælt rættiliga fitt, serliga í Norður Jútlandi, har hann m.a. hevur luttikið á fleiri festivalum.
Frá Robin til Dennis
Í føroyskum høpi hevur ikki so nógv verið at hoyrt til Ova, ið nú kallar seg Dennis Agerblad. Á heimasíðu síni dennisagerblad.dk greiðir Ova frá um upprunan til Dennis Agerblad, og upprunan til Ova.
Hann búði sum barn í Vestmanna, undir navninum Robin, ið foreldur hansara høvdu givið honum. Hann greiðir soleiðis frá:
- Eg var ein nervøsur drongur, sum heilt ungur hevði eg angist. Eg skapti ein loyniligan persón innan í mær, sum eg rópti Dennis Agerblad, sum bara eg visti av. Eg føldi ongantíð, at nakar skilti meg, ella var sum eg, og royndi at uppføra meg, sum man skuldi fyri at at verða góðtikin og elskaður.
Hann greiðir frá, at Dennis Agerblad ikki hevði sama tørv at tillaga seg, og við hesum skaptist ein ósemja millum Dennis Agerblad og Robin. Tá hann seinni flutti til Keypmannahavnar varð ósemjan millum Robin og Dennis Agerblad so stór, at talan gjørdist um eitt beinleiðis stríð um plássið í kroppinum.
Ova gav frið
Endin varð, at ein triði persónur varð skaptur: Ova, ið blandaði Robin og Dennis Agerblad.
- Sum Ova kláraði eg meg sera væl, eg var opin um alt, eisini um, at eg var samkyndur. Eg fekk útbúgving sum tekstilsniðgevi á Danmarks Design Skole. Stovnaði ein føroyskan bólk, sum eg gav tónleik út við, gjørdi ein listaverkstað og skapti list, og seldi eisini myndir. Fekk fast starv sum grafikari. Eg var glaður um, at eg nú kundi gloyma alt um mín býtta Robin part, og hansara dupultmoral, lygnir og sjálvshatur. Meðan mín innari Dennis Agerblad nærum stóð í blóma, nú eingin Robin helt hendan partin av mær niðri, skrivar Hann á heimasíðuni.
Hann greiður frá, at Dennis Agerblad slapp framat onkuntíð, tá hann fór í býin, ella tá hann skrivaði tónleik og framførdi. Hansara størsta ynski er nú, at hann eisini kundi sløkkja Ova síðuni, og verða Dennis Agerblad fulla tíð.
Ferðast við performansbólki
Dennis Agerblad hevur eins og Messell verið sera virkin. Við performance bólkinum Dunst, hevur hann ferðast kring Evropa, og livað eina sera upptikna tilveru. M.a. hevur hann spælt inn tvey løg á fløguni hjá Dunst. Á heimasíðuni hjá Dunst ber til at síggja myndir frá øllum framførslunum, hann hevur havt við bólkinum. Eisini eru eldri tiltøk við Dennis Agerblad løgd á síðuna.
Dennis greiðir frá, at orsøkin til at Maður:Glotti hevur verið óvirkin øll hesi árini, fyrst og fremst er ein tíðarspurningur.
- Vit hava báðir havt so nógv at gera, at vit ikki hava havt stundir til Maður:Glotti. Nú eri eg í einum føstum forholdi, og hetta ger, at eg ikki ferðist líka nógv við Dunst, sum eg havi gjørt, tí var eisisni tíð til Maður:Glotti.
Maður:Glotti á netinum
Maður:Glotti og limirnir í bólkinum hava heimasíður og myspace síðir har til ber at hoyra tónleik hjá bólkinum og limunum, umframt at lesa meira um hesar áhugaverdu føroysku listamenn.
myspace.com/maurglotti
madurglotti.dk
myspace.com/messell
songsbymessell.com
myspace.com/dennisagerblad
dennisagerblad.dk
dunst.dk