Maður doyði á broyttari vegføring

Ein ferðsluvanlukka var í Sandavági um vikuskiftið. Ein maður doyði, og helst er tað ikki av tilvild, at ólukkan hendi á einari heilt nýggjari vegføring

Ein eldri maður kemur koyrandi á einum prutli til Sandavágs. Maðurin er 65 ára gamal og koyrir aftanfyri ein bil. Tá eldri maðurin kemur til nýggju vegføringina, veit hann ikki, hvussu hann skal bera seg at og rennir beint á nýggju oynna á miðjuni á vegnum. Hetta er klokkan 16:44 leygardagin. Maðurin er ikki í hjálmi og smekkar høvdið í, tá hann dettur.

Sjúkrabilur er skjótur á staðnum, og maðurin verður fluttur á sjúkrahús. Sunnunáttina klokkan 01:50 verður maðurin staðfestur at vera deyður, og nú er líkið fari til kanningar.


Nýggj vegføring

Tað var í seinastu viku, at vegurin til Sandavágs varð broyttur. Ein oyggj, sum enn er í ger, varð løgd á miðjuna, og vit hava fingið upplýst, at ætlanin er at gera vegin tryggari.

- Tað ljóðar frá vitninum í bilinum fammanfyri, at maðurin gjørdist sera skakkur av broyttu vegføringini og ikki visti, hvussu hann skuldi bera seg at, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Sum skilst varð vegurin broyttur í seinastu viku, og ikki fyrr enn eftir vanlukkuna vórðu fleiri avmerkingar gjørdar, og keylur settar upp. Hetta er aftaná, at aðrir bilar eru komnir í neyð av hesum, og vitni greiða frá, at summir bilar hava koyrt vinstrumegin oynna, tí teir ikki hava vitað, hvussu teir skuldu gera.


Ongan niðurstøðu í óðum verkum

Hóast nógv seta spurning við avmerkingina í samband við vanlukkuna leygardagin, so fer Landsverk ikki at gera nakra niðurstøðu í óðum verkum.

- Vit vita so lítið, um hvat er hent, og vit fara ikki at gera nakra niðurstøðu í óðum verkum, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki. Hann vísir somuleiðis á, at hetta er ein paradoksal støða, tí ætlanin við broyttu vegaføringini er at betra um trygdina.

Somuleiðis metir hann avmerkingina – at síggja til – at vera eftir vanligum forskriftum.

- Arbeiðið er so gott sum liðugt, og allar avmerkingarnar, ið skulu gerast, eru gjørdar uttan strikurnar frammanfyri oynna, sigur Oyvindur Brimnes, sum tó leggur afturat, at fleiri avmerkingar eru gjørdar aftaná, og at hetta er eftir boðum frá løgregluni, fyri at fyribils tryggja vegin sum best.

- Vit fara sjálvandi at kanna málið út í æsir, staðfestir stjórin á Landsverki.