Tað vóru bakspælararnir hjá Stjørnuni, sum vóru avgerandi fyri dytargongdina í kvinnufinaluni.
Ikki minst var Durita Christoffersen ein týðandi liður hjá Stjørnuni fyrstu løtuna. Bæði við sterkum verjuspæli og við knallhørðum skotum, sum syrgdu fyri trimum av fyrstu fýra málunum hjá endurkosnu steypavinnarunum.
Men hóast hetta kendi hon ikki, at tað var nakað serligt trýst á teimum trimum bakspælarunum hjá liðnum.
- Nei. Tað haldi eg ikki. Kanska koyrdi spælið ikki so væl at byrja við. Men skotini hjá okkum riggaðu frá byrjan, og so hugsar tú ikki so nógv um tað.
Tit tóktust hava trupulleikar við at fáa spælið at koyra. Men tá tit so kortini koma hasi fýr-fimm málini framum. Vita tit tá, at sigurin er heima?
- Nei, slettis ikki. Vit hugsaðu bara um, at tær ikki máttu fáa loyvi at koma inn í dystin. Tað er akkurát tað, sum er tað vandamklasta í slíkari støðu. Og tað var fyrst og fremst tað, sum vit hugsaðu um. Hevur tú fyrst sett ferðina niður, so er tað ofta ótrúliga tungt at koma uppaftur. Sjálvandi var kenslan alla tíðina góð, tá vit vóru á odda. Men tað var ikki fyrr enn seinastu kanska fimm minuttirnar, at vit kendu okkum tryggar, segði ein ovurfegin Durita eftir finalusigurin.