Máttu flyta fólkið burtur av trygdarávum

Á Blákrossheiminum á Nesi máttu tey flya alt fólkið burtur í kvøld

Eisini nýggja Blákrossheimið á Nesi varð hart rakt av óveðrinum í kvøld

 

Tað var so nógvur vindur, at tekjan var farin at loysna, og vindeygu somuleiðis, so tey hildu ikki at tað var trygt at lata fólkið verða verandi á heiminum, sigur løgreglan.

 

Tískil vórðu tey øll flutt burtur yvir á Sjómansheimið í Runavík, har tey hava fingið innivist, til greiða er fingin á støðuni á Blákrossheiminum