Í gjár mátti fjallabjargararnir í fjøllini at bjarga tveimum monnum, sum vóru komnir í neyð, tí teir høvdu gingið seg fastar.
Talan var um tveir føroyingar, sum vóru farnir ein túr í fjøllini – á Skælingsjall og har um vegir, men undir Tranti gingu teir seg fastar og sluppu hvørki aftur ella fram.
Tíbetur høvdu teir telefon, so teir fingu boð frá sær. Løgreglan sigur, at tey fingu boðið frá monnunum klokkan 15.40 og tískil vórðu fjallabjargararnir boðsendir beinanvegin.
– Teir bóru ómetaliga skjótt at og gjørdu eitt stórt arbeiðið, og longu klokkan 17.30 vóru menninir báðir bjargaðir í øllum góðum, sigur løgrelgna.
##med2##
Løgreglan sigur, at veðrið var gott og at tað var tamarhald á støðuni alla tíðina. Men har var so ringt at ganga, at fjallabjargarnir máttu síga niður eftir monnunum og fáa teir upp á Trant og tað gekk bæði skjótt og væl.