Eitt fólk varð flutt á Landssjúkrahúsið eftir eitt ferðsluóhapp á Landsvegnum við Norðragøtu í gjárkvøldið, men løgreglan sigur, at tá ið avtornaði var bara talan um materiellan skaða.
Tað var um áttatíðina í gjárkvøldið, at løgreglan fekk boðan um eitt ferðsluóhapp á landsvegnum fram við Norðragøtu.
Tveir bilar rendu saman einar 200 metrar sunnan fyri Magn í Norðragøtu.
Talan var um ein leigubil við einum útlendskum bilførara, sum var á veg suðureftir, og ein bil, sum var á veg norðureftir, sum stoyttu saman.
Leigubilurin, sum var á veg suðureftir, skuldi snara til vinstru ímóti Norðragøtu, men ansar ikki eftir bilinum, sum kemur norðireftir, og renur á hann.
Sjúkrabilur, løgreglan og brandbilur vóru send á staðið, og øll ferðslan var tí leidd gjøgnum bygdina eina løtu.
Løgreglan sigur, at av tí at talan var um ein útlending, sum var sekur í óhappinum, skuldi málið avgreiðast á staðnum. Sostatt fekk útlendski bilførarin bót fyri at hava brotið víkiskylduna, og hana hevur hann goldið.
Bótin fyri ikki at halda víkiskylduna er 2.000 krónur. Men elvir tað til ferðsluóhapp, hevði bilførarin eisini -undir vanligum umstøðum-mist koyrikortið. Hann hevði mist tað í minsta lagið treytað, so at hann mátti upp til nýggja koyriroynd fyri at varðveita tað.
Men løgreglan í Føroyum kann ikki taka koyrikortið frá einum útlendskum bilførara, so hann slapp við skrekkinum í hesum føri.
Annnars sigur løgreglan at tað hevur verið friðarligt í nátt. Tey hava havt nógv at gera, men talan hevur í høvuðsheitum verið um smáting, men tey hava fleiri ferðir sent sjúkrabilar eftir fólki, sum eru dottin o.s.fr.