Gilli Rólantsson fekk ein lyklaleiklut, tá ið hann og liðfelagarnir í Brann um vikuskiftið vunnu 2-0 ímóti Lillestrøm í norsku Elietserien. Málið, sum var til endaliga úrslitið, 2-0, varð hegnisliga sett inn við hælinum.
Video: Eitt dreymamál hjá Gilla
- Nú er tað so, at eg havi skorað so nógv mál til venjing í seinastuni, at tað mátti koma okkurt mál burturúr fyrr ella seinni. At skora upp á handan mátan vísir yvirskot, sigur Gilli Rólantson við Sosialin í dag.
Gilli Rólantsson er í “fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann eitt nú eisini svarar um hetta var besta málið hann hevur skotið, hvørjar reaktiónir hann hevur fingið upp á tað og annars um vónirnar hjá Brann fyri árið.