Nógv fólk vóru komin saman í Miðalsbrekku, har støðin er bygd. Eisini komu fólk frá øðrum sløkkiliðum í landinum.
Nýggja støðin er tilsamans 338 fermetrar stór. Kommunan hevur raðfest sløkkilið frammaliga, og støðin er sera væl fyri við útgerð sum t.d. bjargingarbáti og pumpum, umfram aðrari bjargingarútgerð.
Sløkkiliðið í Vestmanna røkir eisini grannabygdina Válin og samstarvar við sløkkilið í øðrum bygdum. 17 mans eru knýttir at sløkkiliðnum.