Mótstøðumenn hjá Føroyum vórðu avlurtaðir

Tá ið Føroyar í 2014 og 2015 tvær ferðir vunnu ímóti grikska landsliðnum í fótbólti, er sannlíkt, at spælarar og leiðarar á grikska landsliðnum vórðu avlurtaðir og videofilmaðir í loyndum.

Tað vóru ikki mótstøðumenn hjá Grikkalandi, sum sneytaðu, men grikska fótbóltssambandið (EPO)

Altjóða fótbóltssambandið FIFA framlegði í gjár eina kanning, tey hava gjørt av viðurskiftunum í grikska fótbóltssambandinum, og niðurstøðan er, at EPO í fleiri ár hevur havt ólógligt eftirlit við spælarum, leiðarum og starvsfólkum hjá fótbóltssambandinum. Hetta eftirlit hevur umfatað avlurtingar og videoeftirlit. Tað skrivar tíðindastovan AFP.

- Tað er við vreiði, vónbroti og skomm, at vit almannakunngera og vátta nýggju upplýsingarnar og lata tær víðari til ákærumyndugleikan, sigur FIFA í einari fráboðan.

Eftirlitið hjá grikska fótbóltssambandinum er farið fram á høvuðsskrivstovuni hjá sambandinum og á venjingarøkinum hjá landsliðnum.

FIFA hevur brúkt privatar detektivar fyri at fáa upplýsingar í málinum, og teir hava funnið prógv fyri avlurtingini og videofilmingini

FIFA setti kanningararbeiðið í gongd, eftir at starvsfólk hjá EPO kendu seg verða undir eftirlit, og niðurstøðan er, tað hava tey verið í fleiri ár.

Sambært AFP hevur grikska fótbóltssambandið ikki viðmerkt niðurstøðuna hjá FIFA enn.