Mótstøðufólk og forsprákarar møtast andlit til andlit

Tann 19. januar skipar Norðuratlantsbólkurin á fólkatingi fyri almennari ráðstevnu á Christiansborg í Keypmannahavn um veiði eftir hvali og kópi. Keypmannahavn um veiði eftir hvali og kópi.

Á hesi ráðstevnuni fáa forsprákarar og mótstøðufólk høvi til at møtast andlit til andslits at kjakast, um veiða eftir hvali og kópi er barbarí, sum skal halda uppat, ella um tað er burðardygg veiða, sum vit hava rætt til at varðveita.

Gamli beatlin, Paul McCartney, hevur sagt, at hvalaveiða er barbariskt og heitur á fólk um ?at hyggja eftir hvalinum heldur enn at veiða hann?. Og við orðunum ?heldur ganga nakin, enn at ganga í pelsi?, hevur kenda franska filmstjørnan, Brigitte Bardot, í ein mansaldur stríðst fyri at forbjóða kópaveiðu. Hinvegin siga veiðumenn, at talan er um burðardygga nýtslu av havsins tilfeingi, sum vit hava ræt til.

Fyri føroyingar og grønlendingar er veiðan ein týdningarmikil og grundleggjandi rættur, sum í dag verður hóttur av sterkum felagsskapum og teimum ið taka avgerðir í ES.

Norðuratlantsbólkurin vísir á, at í fleiri ár hava bæði forsprákarar og mótstøðufólk stríðst fyri sínum sjónarmiðum í fjølmiðlum og á politiskum pallum.

- Men partarnir møtast ikki í beinleiðis samskifti. Tí skipar Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi nú fyri einari ráðstevnu og opnum kjaki millum partarnar.