Thriathlon
Jákup Mørk/Álvur Haraldsen ? Isle of Man
Tað varð roknað við undan kappingini, og tað varð eisini staðfest, tá kappast varð, at traditiónirnar fyri góðum thriathlon-úrslitum vóru størri hjá fleiri av mótstøðulondunum, enn tær vóru hjá Føroyum, sum eru at kalla nýbyrjarar á økinum.
Serstakliga vóru tað tey av Jersey, sum tóktust sterk í hesi ítróttini, og av seks møguligum heiðursmerkjum fyri einstaklingar, tóku tey á Jersey sær av teimum fimm.
Sterkasta kortið hjá Føroyum vísti seg sum væntað at vera Føroyar, og avrikið hjá honum rakk til eitt 16. pláss sambært almennu hagtølunum. Tíðin hjá Gunnari var 2.14,29, og var tað góðar 15 minuttir verri enn frensti íðkarin.
Beinir Rasmussen gjørdist nummar 40 í tíðini 2.30,18, meðan Kári Simonsen gjørdist nr. 46 í tíðini 2.38,10.
Hjá kvinnunum gjørdist Helga Mikkelsen nummar 13 í tíðini 3.09,19. Vinnarin her hevði tíðina 2.27, 27.
Súkklingin kiksaði
At plaseringin hjá Gunnari ikki gjørdist somikið góð, sum hann hevði vónað, komst serliga av, at hann ikki stóð seg so væl sum vanligt í súkklingini. Eftir at hann hevði mist hampuliga nógva tíð í svimjingini, gekk annars væl fyrstu 20 kilometrarnir av súkklingini, og munurin minkaði. Líkt var tó til, at Gunnar hevði lagt ov nógv fyri, og og hann dragnaði alsamt meira.
Alt í alt var talan sostatt ikki um eitt so øgiliga gott úrslit hjá thriathletunum, men hinvegin fekst so eisini at vita, hvar vit flóta í hesum, og tá talan er um eina at kalla spildurnýggja ítrótt hjá okkum, er lítið at ivast í, at talan fer at verða um framgongd komandi árini.