Mótmæltu filmi um Muhammed

Ein amerikanari lat lív, og ein annar varð særdur, tá ein uppøst mannamúgva herjaði á amerikanska konsulátið í libyska býnum Benghazi í gjárkvøldið. Tey skutu eftir bygninginum og settu eld á hann.

Sambært tíðindastovunum vóru fólk í øðini um ein amerikanskan film, sum er niðrandi fyri Muhammed profet. Sami filmur elvdi eisini til mótmæli í Kairo, har fleiri túsund fólk mótmæltu uttan fyri amerikonsku sendistovuna.

Í Kairo skræddu mótmælisfólk amerikanska flaggið niður. Sendistovan flaggaði í hálvari stong til minnis um tey, sum doyðu í USA tann 11. september í 2001.