Umstrídda lógaruppskotið er enn ikki tikið aftur, men bara fyribils lagt til viks.
Eftir at hava roynt í nógvar tímar eydnaðist umsíðir mótmælisfólkum at treingja inn í tjóðartingsbygningin í Hongkong.
##med2##
Tíðindastovan AP skrivar, at tey hava knúst trygdarglas og metalgittar, sum forðaðu teimum at sleppa inn.
Sjónvarpsmyndir frá i-Cable News vísa, hvussu ein stórur hópur av mótmælandi við heimagjørdum skjøldrum treingir seg inn í bygningin.
At døma eftir sjónvarpsmyndunum hava tey løgreglufólk, sum royndu at halda mótmælisfólkinum aftur við piparspreyi, trekt seg longur aftur í bygningin.
Orsøkin til ófriðin er, at í dag eru 22 ár síðani, at Stórabretland læt Hongkong yvir til kinesiska stýrið.
##med3##
Og sjálvt um kinverjar hava undirskrivað eina avtalu um ikki at blanda seg upp í politisku viðurskiftini í havnarbýnum, so kenna mong tað soleiðis, at kinverjar ikki halda tað, sum teir hava lovað.
Tað seinasta var eitt lógaruppskot um, sum lat upp fyri møguleikanum, at myndugleikarnir í Hongkong kunnu lata mistonktar persónar til rættarsókn í Kina.
Tað elvdi til stór mótmæli, og síðani hevur politiski leiðarin í Hongkong, Carrie Lam, verið noydd at koma við umbering og at útseta uppskotið.
##med4##
Hon hevur higartil ikki viljað tikið uppskotið aftur, sum mótmælisfólkini hava kravt.
Carrie Lam steig í sambandi við hátíðarhaldið av ársdegnum alment fram fyri fyrstu ferð í næstan tvær vikur.
Í røðu síni segði hon, at hon hevur lært av ófriðinum, sum stóðst av hesum.
– Tað, sum er hent seinastu mánaðirnar, hevur ført til ósemju millum almenningin og stjórnina.
##med5##
– Tað hevur fingið meg at síggja, at eg sum politikari alla tíðina má minna meg sjálva á, hvussu avgernandi neyðugt tað er heilt at skilja fólkið, segði hon.
/ritzau/