Mótmæli móti undirsjóvartunli

Fyri at alt ikki bara skal vera ja, amen og halleluja hiðani av Skálafjørðinum um undirsjóvartunnilin, tey nú skulu gera til Havnar - okkara miðstøð og borg - vil eg loyva mær at koma við einum mótmæli.

Væl vitandi at slíkt mótmæli hvørki ger frá ella til; tí tá ið nóg nógv fólk við nóg nógvum skilagóðum roknistykkjum um framburð og menning, spreinging og oyðilegging, taka seg saman og seta sær okkurt fyri, er ofta so stutt frá kaffifundi við smákøkum og greyti til hard core bang og krasj og óteljandi lastbilar eftir vegunum, dagar og nætur til verkið er fullgjørt. Sundsdepilin, svartkjaftatrolarar upp á strípu, flaka-, surimi- og onnur virki, ið eingin longur minnist nøvnini á, eru góð dømi um, hvussu roknistykkini, løgd fram á sannførandi hátt, vístu okkum fram vegin til sannleika og til sælu. Tá ið so talan harumframt er um guddóm nr. 1 í føroyskum hjørtum - Bilin og náðiríka, tíðarsparandi frælsi hansara - er tað rætt og slætt blasfemi at tala at. Kortini: Sleppið hasum. Brúkið hasar ørandi peningaupphæddirnar til okkurt skilabetri enn nakað so steindeytt sum ein tunnil. Eitt hús til sjónleik og tónleik, t.d. Betri skúlar. Fleiri pláss til tey gomlu og veiku (nú ljóði eg sum ein politikkari upp undir eitt val, eg veit). Ein bát, kanska. Við vindeygum í allar ættir. Bátar eru fantastisk før. Undirsjóvartunlar eru bara kuldi og niða. Nakað sum ein rottuhola. Ikki ein sólarglotti, ikki ein einasta skyggjandi alda, eingin súla, ið stoytir seg í havið, eingin lundi lágt yvir vatnskorpuni, eingin nísa ein stillan summarmorgun. Bara larmur frá øðrum bilum og musakkur í eina óendaligheit. Í navni tíðarsparingarinnar og fisksins; hann, ið sleppur at liggja í sínari frystibingju 40 minuttir longri í Havn ístaðin fyri onkra aðrastaðni.
Men, men. Eisini eg veit hvat klokkan í hesum førinum hevur sligið. Tíð er pengar, segði McGvagg á sinni, og eg haldi at næsta bronsustandmynd, ið vit gera, skal vera av honum og hon skal vera himmalhøg. Standmyndin, við blaktrandi kyndli í hevjaðari hond, kann hóskandi standa úti á Flesjunum.