Mótmæli móti framferðarhátti Starvsmannafelagsins

Sum limur í Starvsmannafelagnum mótmæli eg framferðarháttinum hjá Starvsmannafelagnum nú, vinnumálaráðharrin Bjarni Djurholm boðaði fakfeløgunum til fundar.

Sjálvandi átti Starvsmannfelagið at verið møtt á fundinum. Undanførslan við at fundurin fall saman við annan týdningarmiklan fund hjá felagnum heldur ikki, tí um vilji var til staðar, so var annar fundurin fluttur, ella so møtti í minsta lagi eitt umboð fyri nevndina í Starvsmannafelagnum. Men júst viljin er tað, sum skortar. Tað er nú eingin loyna. Tað kemur eisini týðuliga til sjóndar í greinum í Dimmalætting og Sosialinum mikudagin. Orðini: »Haldið fingrarnar burtur« siga alt.
Tað tykist aftur hesa ferð, sum um formaður starvsmannafelagsins gloymir, at limir felagsins eisini eru borgarar í samfelagnum og hava á demokratiskum grundarlagi valt tey politisku umboðini. Hetta er meir enn sigast kann um valið av umboðum í nevnd starvsmannafelagsins. Fyri at kunna velja limir í nevndina hjá Starvsmannafelagnum skalt tú møta á fundi. Sambært grein hjá Finnboga Ísakssyni í Fregnum herfyri, so var hetta hátturin, ið nýttur varð til løgtinsval fyri hálvtannaðhundrað árum síðani. Sum vera man so var valluttøkan lítil tá, og tað er hon eisini í dag, tá tað ræður um val av umboðum í nevndina hjá Starvsmannafelagnum. Hetta veit Starvsmannafelagið og lagar valini eftir umstøðum. So hóast felagið telur 1750 limir, so rúmar valhølið sjáldan fleiri enn 300-400 fólkum, og sjáldan man vera fullsett. Tá so hugsað verður um tað ógvusliga vald nevndin hevur, so kann núverandi háttur at velja nevnd als ikki góðtakast. Hetta gerst uppaftur grefligari, tá hugsað verður um demokratiska munin millum samráðingarpartarnar: Fíggjarmálaráðharrin og nevnd Starvsmannafelagsins. Fíggjarmálaráðharrin settur av løgmanni, sum er valdur av løgtinginum, sum er valt á vali, har meir enn 90% av føroyingum við valrætti hava valt og so nevnd starvsmannafelgasins, sum er vald av einum fátalið av limunum.
Havandi hetta í huga er ikki meir enn rætt og rímuligt, at lóggivið verður fyri viðurskiftunum á arbeiðsmarknaðinum. Minstamark má vera, at valdið hjá fakfelagsnevndum til einsamallar at senda limir sínar í verkfall verður tikið frá teimum. Uratkvøða eigur at vera ásett við lóg og skipað soleiðis, at limirnir hjá ymsu fakfeløgunum sleppa at atkvøða á neutralum staði. Fastur gerðarrættur at loysa ósemjur á arbeiðsmarknaðinum eigur at vera settur ongantíð ov skjótt.