Í síðstu viku doyðu 13 fólk í bumbuspreingingum í Bangladesh, og myndugleikarnir ivast ikki í, at tað eru víðgongdir, muslimskir felagsskapir, sum hava ábyrgdina. Hesir felagsskapirnir krevja, at Bangladesh skal stýrast eftir teimum sokallaðu sharia-lógunum, og seinastu dagarnar hevur løgreglan tikið umleið 80 limir í teimum mest víðgongdu felagsskapunum, skrivar AP.
Begum Khaleda Zia, forsætisráðharri, hevur lovað, at stjórn hennara fer at finna tey seku, og at tey verða revsað, men útlendskir eygleiðarar siga, at stjórnin fær lítið og einki gjørt orsakað av ósemju við andstøðuna. Andstøðan vil vera við, at ein av teimum víðgongdu felagsskapunum er í veruleikanum partur av tí eina stjórnarflokkinum, og at stjórnin tí ikki ger nóg mikið fyri at steðga yvirganginum.
Um vikuskiftið vóru mótmælisgongur í Bangladesh, har fólk mótmæltu teimum áhaldandi bumbuatsóknunum og kravdu, at stjórnin skal loysa trupulleikarnar ella fara frá.