Mótmæla dómi um kynsligan ágang ímóti børnum

Men í dag verður tiltak á Vaglinum í Havn, sum ikki er ein mótmælisgonga, men sum skal vísa virðing og samkenslu

Dómurin, sum ein maður fekk í Føroya rætti fyrr í vikuni fyri kynsligan ágang ímóti børnum, hevur vakt so stóra ónøgd, at nú verður skipað fyri mótmælisgongu ímóti honum. Mótmælisgonga verður eftir páskir, men um sjálvar páskirnar er eisini ætlanin at skipa fyri tiltøkum,

Tað eru teir báðir felagsskapirnir Verji børnini og Steðgi pedofili í Føroyum, sum skipa fyri, og tað gera tey, tí at tey vilja ikki, at hesin dómurin skal fara aftur við borðinum óátalaður.

Í einum uppslagi á Facebook siga tey, at tað fyrsta tiltakið verður á Vaglinum í Havn klokkan 13 í dag, langa fríggjadag. Har er ætlanin at fáa fólk at møta í svørtum klæðum til »jarðarferð«.

Tey leggja dent á, at hetta er ikki ein mótmælisgonga, og tí heita tey á fólk um at vera friðarlig sum til eina jarðarferð – og tey minna eisini á at halda koronu-tilmælini um frástøðu.

– Endamálið er at vísa samkenslu og virðing fyri øllum børnum í Føroyum, sum hava borið upp á drepandi tøgnina - og enn gera tað - um kynsligan ágang, siga tey. Tey siga, at tað stendur til fólk sjálvi, um tey koma í tveir minuttir ella um tey vera har í ein tíma, »men komið og minnið land okkara á hesa drepandi tøgn«, sum tey málbera seg.

Og tey siga, at tey duga ikki síggja, at nakar annar dagur kundi verði betri til tað enn langi fríggjadagur.

Ætlanin er at fólk skulu hava smá fløgg við, sum tey skriva sos á við svørtum stavum, og so verða fløggini sett í Tinghúsvøllin. Tey, sum ikki fáa fatur á fløggum, kunnu fáa bæði fløgg og svartar tussj á staðnum.

– Hetta er ein løta fyri at minnast børnini. Børn, sum liva í ótta og pínu av kynsligum ágangi, siga ofta frá uttan at siga nakað. Tey verða hótt, og ofta bukað til tøgn. Hesa løtuna minnast vit ta drepandi tøgnina, sum offur av pedofilum líða undur, siga tey.

– Vónandi fáa vit allan bøin uttan fyri Vaglið klæddan vid SOS á Merkinum, siga fyrireikararnir.