Dánjal Højgaard
Á Lambavík hongur skaddan í fjøllunum.
Í bláum ketildraktum og gráum bjargingarvestum eru vit farin við alibátinum Mjóvanesi út til tann ytsta av aliringunum hjá Bakkafrost-samtakinum.
Tá arbeiðsformaðurin Sunvard og hansara hjálparmenn hava lagt stilt, hoyrist bert hurrið frá tí roterandi fóðurskipanini, sum føðir teir umleið 60.000 fiskarnar í ringinum, sum skulu vera við til at tryggja framtíðar útflutningin.
Omanfyri sveimar ein svong terna, so lukkuliga óvitandi um framleiðsluætlanina hjá Bakkafrosti, sum merkir, at laksurin á Lambavík ikki má etast fyrr enn á Ólavsøku í 2014.
– Tá keyparar koma til Føroya vilja teir sleppa at síggja hvussu vøran, tey keypa verður framleidd og ofta er fremsta ynskið at sleppa út á aliringarnar, forklárar Annika, meðan vit hyggja yvir á longu røðina av aliringum undir Lambanesi, har tað í løtuni ganga umleið 1,2 milliónir smolt til komandi kundar í Los Angeles, Hongkong, Teivan og aðrastaðni.
– Hetta er ein mannfólkaverð, men kemi'in er góð og eg trívist óalmindiliga væl í hesum starvinum, smílist Annika, tá Sunvard og hansara menn sigla okkum aftur til lands.
Tá ið umræður kynsligu javnvágina í leiðandi størvunum er Bakkafrost ikki nógv øðrvísi fyri enn onnur arbeiðspláss á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í nevndini, har Annika situr eru tríggir menn og tvær kvinnur. Í leiðslubólk-
inum eru tvær kvinnur og níggju menn. Og á søludeildini á Bakkafrosti er Annika einasta kvinnan av tilsamans fýra fiskaseljarum.
– Sum kvinna í hesum starvinum mást tú fyri tað fyrsta vera til reiðar at arbeiða meira enn 8 tímar um dagin, og tú kanst ikki vera erkvisin, staðfestir hon.
– Viðhvørt stendur nógv á. Tað hendir meiri enn so, at eg fari heim fríggjadag og alt hevur ikki gingið sum ætlað. Broytingar í framleiðsluni, vánaligt veður, avlýsingar ella okkurt annað, sum kemur kundunum í eina keðiliga støðu. Tá fái eg ofta nógv hvøss orð omanyvir meg, og tað verður rópt hart. Men tað má eg tola. Kann eg ikki avrika tað sama, sum ein maður, so má eg finna mær okkurt annað arbeiði, sum er meira typist konufólkaarbeiði. Nei, ongar sertreytir til mín sum kvinna, ger hon greitt, meðan alibáturin nærkast støðni í Lamba.
... framhald
Marknaður undir trýsti
Klikk-klikk-klikk
Fingarnir ganga kvikliga eftir knappaborðinum. Á telduskíggjanum vinstrumegin hevur hon chat-samband umvegis Spype við tveir fiskakeyparar á Teivan.
Klokkan á telduskýggjanum vísir 10:00. Arbeiðsdagurin har eysturi er um at vera liðugur.
»How aboute the price for next tuesday arrivals« spyr annar keyparin, sum kallar seg Dolly. Aftur fara fingarnir dansandi eftir knøttunum, og Annika leggur úr við at bjóða. Boðið verður í dollarum pr. kilo.
– Tú sleppur ikki at nevna hasi tølini. Eg má hugsa um kappingarneytnar, nikkar hon avgjørd móti øllum dollarteknunum, sum blaðmaðurin hevur fest niður á blokkin.
»Norwegian Salmon price drop a lot« ljóðar aftursvarið úr Teivan ”if prices are too high, it will be very difficult to compete”. Keyparin nevnir ein prís, sum er meiri enn 0,3 dollarar lægri.
Annika sær ivingarsom út. Marknaðurin er undir trýsti.
– Prísurin hevur verið høgur í seinastuni, men tað hava verið nógvir høgtíðsdagar og norðmenn hava nógvan laks á marknaðinum. Er útboðið ov stórt fellur prísurin, forklárar hon, meðan hon roynir at fritta teivanska keyparan um prísin hjá kappigarneytunum. Varliga, so at hann ikki verður stygdur burtur.
Kappbjóðingin á Spot-marknaðinum fyri feskan laks er byrjað.
Sales Manager
og nevndarlimur
Tað er týsdagur og vit eru stødd í sjálvum hjartanum á Bakkafrost-samtakinum á Bakka á Glyvrum, har 42 ára gamla Annika Frederiksberg hevur arbeitt sum fiskaseljari síðani 2008.
Hon hevur høvuðsábyrgdina av allari sølu av ísaðum feskum laksi, sum fer til teir týdningarmiklu marknaðirnar í Norðuramerika og Asia, og umsitir hvønn einasta arbeiðsdag ørandi stór virðir.
Minst triði hvør laksur, sum fer gjøgnum kryvjingarvirkini hjá Bakkafrosti fer um søluborðið hjá Anniku, og endar á sushi-matstovum, søluketum og sjálvtøkuhandlum í San Francisco, Boston, Shanghai, Taipei ella ørðum stórbýum.
Í krónum er talan um tvísiffraðar milliónaupphæddir hvørja viku. Ella hundraðtals milliónir um árið.
Harafturat er Annika Frederiksberg limur í nevndini fyri Bakkafrost-samtakið, sum við einum umsetningi upp á 1,8 milliardir krónum í fjør og 600 starvsfólkum, er størsti framleiðari og útflytari av føroyskum alilaksi.
Ábyrgdin er stór
– Arbeiði er ótrúliga spennandi og gevur mær nógvar avbjóðingar. Eg arbeiði undir trýsti og má duga at planleggja, gera broytingar og vera fleksibul, sigur Annika, í einum steðgi millum ordrarnar.
– Nevndarfundir eru eina ferð um mánaðin og teir krevja eisini nógva fyrireiking. Fyritøkan er skrásett á børsinum, so tað eru nógvar reglur, sum skulu haldast. Har er nógv at fyrihalda seg til, staðfestir tann væl ílatna kvinnan við tí ljósa hárinum í svørtum klædningsjakka.
– Ja, eg eri ikki bangin fyri at taka við avbjóðingum, svarar hon diplomatisk, tá hon verður spurd um hon er ambitiøs.
– Mær dámar einki at standa á sjálvum pallinum, men aftanfyri leiktjøldini eri eg sterk, sigur hon avgjørd.
Fleiri keyparar
Klikk-klikk-klikk
Á Bakkafrosti heldur kappbjóðingin á spotmarknaðinum fyri feskan alilaks fram.
»What volume are you looking at for friday shipment« spyr Annika, og vil hava at vita vita hvussu stóran ordra Dolly úr Teivan er áhugað í hesa vikuna.
Vanliga spyr keyparin fyrst um prís. Síðani verður tingast um nøgdir. Men viðhvørt vendir tað øvugt. Samstundis sum samráðingarnar við Teivan fara fram er ein keypari frá stórari handilsketu í Shanghai í telefonini og vil hava 10 tons. Og úr USA vil ein trúgvur kundi hava 19 tons klár til avskipingar hósdagin.
– Tess nærri brúkarunum keyparin er, tess betri verður prísurin. Men umframt prísin ræður eisini um at spjaða laksin á fleiri marknaðir, og á tann hátt tryggja eina stabila sølu og breiða navnið á fyritøkuni út, fortelur Annika, meðan globalu tingingarnar ganga fyri seg.
Spæliplássið
bleiv arbeiðspláss
Annika Frederiksberg er dóttir Hans á Bakka, ein av stovnarunum av Bakkafrosti, og hon hevur arbeitt í fyritøkuni síðani hon var 19 ár. Fyrst við starvsfólkamálum, síðani í bókhaldinum og frá 2008 hevur hon verið fiskasølufólk og gjøgnum nevndarumboðanina verið við til at stjórna fyritøkuna.
– Hettar var spæliplássið hjá mær, sigur Annika og hyggur út gjøgnum vindeygað á umsitingarbygninginum hjá Bakkafrosti móti havnarlagnum á Bakka, har ein bátahylur var, tá ið hon var smágenta og Bakkafrost enn var ein fyritøka, sum var best kend fyri lakasild í gløsum.
Hon hevur ikki gingið akademiska vegin, men er upplærd í fyritøkuni. Learn by doing, so at siga, og arbeiðssemi hevur hon næstan fingið inn við móðurmjólkini.
– Vit børn vóru altíð hildin til at arbeiða og at taka lut í arbeiðnum. Barna- og ungdómsárini arbeiddi eg altíð í summarferiunum. Tað er púra vist, at arbeiði hevur fylt nógv í mínum lívi.
Afturhaldandi kvinnur
Annika Frederiksberg heldur, at arbeiðsmarknaðurin hevur stórliga brúk fyri kvinnuligum leiðarum.
– Kvinnur hava akkurát líka nógvar dygdir sum menn og hava líka góðar førleikar at vera leiðarar. Til summi størv kann tað vera ein kvinna sum er rætti leiðarin. Til okkurt annað starv er tað kanska ein maður. Um ein kvinna bjóðar seg fram og hevur røttu førleikanar, so skal hon ikki standa aftanfyri mannin. Hinvegin haldi eg ikki, at vit kvinnur skulu hava nakrar sersømdir. Eg velji ikki ein kvinnuligan politikarar, bara tí at hon er kvinna, sigur Annika, sum heldur, at javnstøðan á arbeiðsmarkanðinum má fyrst og fremst koma frá kvinnunum sjálvum.
– Kvinnurnar eru ov bangnar at bjóða seg fram. Vit vilja vera 100 prosent vísar í, at vit klára tað. Mennirnir eru raskari, at halda seg duga alt. Teir eru ikki bangnir fyri at stíga við síðuna av. Kvinnurnar mugu bjóða seg fram til leiðarastørvini og vera til reiðar at offra ta tíð, sum tað krevur at vera leiðari. Eitt er vist, tú kanst ikki sita sum leiðari í niðursettari tíð, sigur Annika og sipar til tær lutfalsliga mongu kvinnurnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum eru í parttíðarstørvum.
Balansugongdin
Hjá Annika Frederiksberg er smart-telefonin sjáldan sløkt. Tá ið hon kemur til arbeiðis á ljósu skrivstovuni við teimum høgu kontórstólunum á morgni, er arbeiðsdagurin farin at halla hjá kundunum í Asia. Og tá arbeiðsdagurin hjá føroyingum flest endar, hava keypararnir í New York og Los Angeles nóg illa fingið eygu.
Spyrt tú børnini hjá Anniku, so er svarið, at »mamma er til arbeiðis 24 tímar um samdøgrið«. Umframt mongu ferðirnar á messum í Bruxelles, Boston ella Kina, kann hon eisini vera ring at fáa samband við heima við hús. Bæði. tá ið samskifti fer fram við kundarnar, og serstakliga, tá ið hon situr undirdýkt við rokniørkum og skjølum og fyrireikar seg til komandi nevndarfund.
– Arbeiðslívið fyllir nógv hjá mær og tað er ein stór avbjóðing at fáa familjulívið og arbeiði at ganga upp, sigur Annika, sum er gift og hevur fýra børn í aldrinum 7 til 21 ár.
– Hetta hevur sín prís. Tað merkir, at eg má raðfesta. Eg havi ikki stundir at ganga til nakað frítíðarítriv og havi t.d. ongantíð fingið mær Facebook. Tá eg havi frí má eg royna at vera so nærverandi saman við familjuni sum tilber, sigur Annika sum heldur, at tann trupla balansugongdin millum arbeiðslív og familju helst styggir nógvum kvinnum burtur frá leiðarastørvunum.
– Tað eru ikki allar kvinnur sum eru til reiðar at gjalda hendan prísin. Tað eru vit kvinnur, sum eiga børnini og av natúrligum grundum mugu vera nógv saman við teimum. Tað hendir so nógv í lívinum hjá eini kvinnu sum er millum 20 og 35. Børn, familja, lesnaður og hús. Nógvar kvinnur hava tað ringt við at fara út, og tað hevur so aftur tann prísin, at tú ikki sleppur framat á arbeiðsmarknaðinum.
Handilin endar
Klikk-klikk-klikk
Hendurnar fara kvikliga eftir knappaborðinum. Tríggir tímar eru gingnir síðani Annika gav keyparunum úr Teivan sítt fyrsta boð í morgun.
Marknaðurin er undir trýsti. Hon má slaka nógv fyri keyparanum Dolly, sum bønar »Please, it is very tough at this moment, we are fighted by Norwegian salmon badly« gjøgnum chattið á Skype.
Møtast tær nú, verður kiloprísurin einar 2 krónur lægri, enn Annika hevði hevði ætla sær. Men signalini, hon fær bæði úr USA og Asia siga tað sama. Hon skal ikki vænta sær meira fyri hendan ordran.
– Tað eru tilsamans 3.000 kr. vit sita og forhandla um. Hetta er framvegis ein góður prísur í mun til prísin hjá norðmonnum. Eg skal ikki vera órimilig, sigur Annika Frederiksberg, áðrenn hon kvikliga endar handlin og trýstir á send-knøttin.
»Ok, order confirmed.«