Ein kapping, sum altso endaði við at átta undurverk blivu vald. Næstflest atkvøður fingu Kirkjubøstólarnir. Síðani komu Christiankirkjan í Klaksvík, Norðoyatunnilin, Tinganes, Norðurlandahúsið og at enda komu fyrsta Merkið í kirkjuni Fámjin og Amtmansborgin í Havn. Hesi bæði seinastu fingu eins nógvar atkvøður, og soleiðis gjørdust tey sjey undurverkini til átta.