Mærsk umhugsar at sigla suður um Afrika ístaðin fyri Suez. A. P. Møller - Mærsk umhugsar í løtuni, at lata skip síni sigla suður um Afrika, ístaðin fyri at brúka Suez-veitina, fyri at sleppa undan sjórænarunum við Somalia, skrivar maritimedanmark.dk.
?Beint nú verður arbeitt við málinum, avgerðin verður tikin heilt skjótt, sigur ein talsmaður hjá Mærsk, sum vil vera ónevndur, við enska blaðið Lloyds List.
Reiðaríðið sigur, at ein endalig støðutakan kanska er tikin longu tíðliga hósdagin.
Bæði reiðaríðið Svitzer, sum er eitt dóttirfelag hjá Mærsk, og norska reiðaríðið Odfjell, eru longu givin at sigla gjøgnum Suez.
Fleiri hundrað skip hjá Mærsk sigla hvørt ár gjøgnum Suez, sum er ein av týdningarmiklastu inntøkukeldunum hjá Egyptalandi.