Mærsk og mjørkin forðaðu donsku tíðindafólkunum

HÓSKVØLD: Donsku tíðindafólkini endaðu aftur í Keypmannahavn - men Poul Nyrup Rasmussen kom vegin fram

Kanska tað var fyri at vera fittur við føroyingar, at Poul Nyrup Rasmussen kom til Føroya við flogfarinum hjá Atalantsflog.


Men tað var í øllum førum tann rætta avgerðin, kundu fólk staðfesta, tá mjørkin í Vágum lætti seinnapartin í gjár.


Tey donsku tíðindafólkini vóru á veg til Føroya við flogfarinum hjá Mærsk fyrrapartin, men flogfarið fekk ikki sett seg fyri mjørka. Tað fleyg uppi yvir eina løtu, men mátti so aftur til Keypmannahavnar, har føroyska flogfarið við forsætisráðharranum um sama mundi lætti sær á veg til Føroya.


Flogfarið setti seg til tíðina í Vágum, og forsætisráðharrin og fylgi hansara kundi seta seg í gamla bilin hjá forsætisráðharranum, ein BMW 737i, sum nú hevur heimstað í bilskúrinum hjá ríkisumboðsmanninum - og tey komu leiðin fram til Havnar til ásetta tíð.


Á tíðndafundinum í kvøld var skarin av donskum tíðindafólki tískil ikki stórur.