Hvat er "nokk av løn" til stjóran í SamViti?
Eg vil heldur spyrja: Hvat er ein rímilig løn í mun til arbeiðsbyrðuna, ábyrgdina og professionellu bakgrundina hjá stjóranum? Hetta kann bara metast í mun til, hvat lønarstøðið í samfelagnum annars er. Er tað t.d. rímiligt, at stjórin í SamViti fær eina tímaløn, sum svarar til eina vanliga arbeiðaraløn?
Eg havi roknað út, at um eg t.d. var arbeiðari við minstuløn og arbeiddi líka so nógvar tímar, sum eg vanliga arbeiði í meðal, hevði ein sannlík løn ligið um 40.549,62 kr. um mánaðin. Tað er heldur reglan enn undantakið, at eg arbeiði um 300 tímar um mánaðin, sum svarar til uml. 66-67 tímar um vikuna. Við eini vanligari arbeiðsmanna minstuløn uppá 106,85 kr. + yvirtíð (tað svarar í meðal til 135,17 kr. um tíman, tá yvirtíð er roknað uppí) hevði eg fingið eina løn uppá 40.549,62 kr. um mánaðin. (Um Snorri Fjalsbak vil síggja detaljurnar í útrokningini, skal hann vera vælkomin til tað).
Sum kunnugt fái eg eina løn uppá 39.215,79 kr. um mánaðin + eftirløn, so tað er ikki langt við síðuna av, tá eg sigi, at eg ikki tjeni meira enn ein vanligur arbeiðari í mun til arbeiðstíðina.
Endurspeglar hvørki ábyrgd, arbeiðsbyrðu ella bakgrund
Haraftrat skal havast í huga, at eg sum sagt fái væl minni í løn enn aðrir almennir stjórar. Eg haldi ikki, tað á nakran hátt er órímiligt av mær at forvænta eina hægri løn enn 37. lønarflokk, tá ein samanber við, at almennu stjórastørvini t.d. í Landsverki, á Postverkinum og í Strandferðsluni liggja í 39. lønarflokki, meðan stjórastarvið í Heilsufrøðiligu Starvsstovuni liggur í 38. lønarflokki. Hvat er so argumentið fyri at flokka stjórastarvið í SamViti í 37. lønarflokk?
Tá ein samanber við, hvat stjórar í privata vinnulívinum tjena (ella bara við tímaløn hjá hondverkarum) og tekur bæði arbeiðstíð, ábyrgd, tyngd/tign av starvinum og kanska samfelagsvirði av avrikinum hjá stovninum, sum ikki kann mátast ítøkiliga, men sannlíkt óbeinleiðis svarar til milliónir, umframt tað trýst, ein sum almennur stjóri má finna seg í frá politikkarum og miðlum, har júst mítt starv kanska er meira ábart enn tey flestu, so meti eg meg at vera nógv undirlønta. Lønin endurspeglar hvørki ta ábyrgd, eg havi, ella svarar til, hvat eg meti meg hava uppiborið av rímiligari viðbót fyri tað arbeiðið, eg útføri, ella til ta professionellu bakgrund, eg havi frammanundan.
Ikki kappingarførar lønir
Nakað heilt annað, sum eisini er viðkomandi í hesum føri, er, at tað kann gerast ein trupulleiki fyri tað almenna, um ikki tað kann bjóða sínum stjarvsfólkum eina kappingarføra løn - ikki minst í mun til útlandið. Almennir stovnar líða í heila tikið undir, at tað er torført at fáa kvalifiseraða arbeiðsmegi. Vinnulívið rópar eftir góðum leiðarum, og tað sama ger tað almenna. Vit hava nógvar vælkvalifiseraðar útisetar, men sum aftra seg við at koma heim, tí lønirnar ikki eru kappingarførar. Um t.d. leiðarastørvini ikki gerast meira attraktiv, fer tað veruliga at knípa við at halda Føroyar á einum nóg høgum professionellum støði í mun til onnur lond og gera Føroyar til heimsins mest attraktiva og kappingarføra samfelag í mun til arbeiðsmegi.










