Mín sjúkrakassapartur skal ikki í eina privata trygging

Eg haldi, tað er langt úti, tá nevndin fyri sjúkrakassarnar heldur, at hon kann gera sum henni lystir við ogn, ið hon umsitur vegna limirnar

Hevði nevndin so av illum tikið eina virðiliga støðu í hesum máli, soleiðis at peningurin varð latin til tey somu, sum í framtíðini fara at nýta gott av almennu heilsutrygdini, ið nú verður sett á stovn. Onki hevð verið meira náttúrligt enn tað, og flestu limirnir høvdu óivað góðtikið tað. 
Ivist onga løtu í, at henda skipan, almenna heilsutrygdin, fer at standa sum ein varði yvir tey, sum hava lagt alla orku í at arbeiða fyri samhaldsfesti eftir tí sannføring, at skal okkara lítla samfelag í framtíðini megna at at røkja tær stóru avbjóðingarnar innan heilsutrygdina, so má tað gerast samhaldsfast, so at tær breiðastu herðarnar, tey sum eru væl fyri, nattúrliga eiga at stuðla teimun, ið fara at hava størsta tørvin, tað veri seg til medisin ella heilsutænastur.
Tað eru jú teir somu sjúkrakassalimirnir, sum eiga hesar 40 milliónirnar, sum beinleiðis fara at fáa teir fyrimunir, sum heilsutrygdin fer at geva teimun. Tí kann tað tykjast ótrúliga løgið, fyri ikki at siga ósmæðið, at nevndin í eini handavending ætlar sær at seta eina privata trygging á stovn. So kann ein spyrja hvussu nógvir av limunum, sum eiga hesar 40 milliónirnar, fara at verða brúkarar av hesi privatu trygging – eitt prosent? Ella tvey prosent? Ella verða tað bara nevndarlimirnir, ið fara at tryggja seg? Teir koma helst eftir amerikanskari fyrimynd at játta sær sjálvum eina samsýning, ið helst verður nakað hægri enn hon, teir fáa ídag.