Mín ólavsøka: Má fara til midnáttarsangin

- Mín ólavsøka er helst munandi øðrvísi enn hjá flestu føroyingum, hóast maður mín er úr Føroyum, sigur Zia á Krákusteini, sum býr í Havn.

Okkara ólavsøka verður vanliga hildin heima við hús, tí eg jú havi ikki familju her í Føroyum. Onkutíð má eg til arbeiðis sum sjúkrarøktarfrøðingur á intensivu deild ella skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum.

Tá eg fái møguleikan til tað, er mítt besta at fara oman í býin at práta við fólk. Tað er so flott at síggja fólk í tjóðbúnanum í alskyns litum og sniðum.

- Í ár fari eg í øllum førum til Midnáttarsangin. Hesa løtuna vil eg ikki á nakran hátt missa, sigur altso Zia á Krákusteini.

--

VINN GUÐRUN & GUÐRUN

Send okkum eina mynd av tær sjálvari/sjálvum, og ein lítlan tekst, har tú skrivar, hvussu tín ólavsøka plagar at vera. Tú mást gjarna fortelja okkurt, sum er eitt sindur serligt. Vit gera síðani lítlar ólavsøkugreinir til Portalin, og tá ólavsøkan er av, draga vit millum øll innsend og almannakunngjørd innsløg um eina troyggju frá Guðrun og Guðrun. Tú velur sjálv/ur, um tað skal vera ein kvinnu- ella harratroyggja.

Send mynd og tekst til hesar BÁÐAR adressur:

redaktion@knassar.fo

og

leif.laadal@gmail.com