Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin heima, og vit verða fýra fólk. Aftrat mær, verða synir mínir, Niclas og Andreas og yndiski vinurin hjá teimum, Karan, sum elskar donsk jól við gávum, fleskasteik, dunnu, hvítum og brúnkaðum eplum, reyðkáli og rísingreyti.
Tað sigur Jana Højgaard Brodersen, sum býr og heldur jól í Danmark.
Broytir koronu-farsóttin tykkara jólatraditiónir?
- Nei, okkara jól vera hildin, sum vit plaga at halda jól hóast koronu.
Hvat var á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars?
- Í dag 1. jóladag eta vit restir, tí tað er altíð nógvur matur eftir frá jólaaftan, tá ríkiligt er av øllum. Mín hurð er altíð opin, um tað er onkur, sum situr einsamallur um jólini. Fólk eru vælkomin, og hetta er galdandi fyri allar jóladagarnar.
Jana Højgaard Brodersen sigur, at 2. jóladag eta tey lambsteik saman við øllum góðum, og eftir sjálvan døgurðan verður ísur á borðinum. Vit spæla ymisk spøl til langt út á náttina.
Keypti tú jólagávur?
- Ja, eg keypi jólagávur, og tað er altíð hugnaligt. Men, her varð neyðugt at skunda sær, tá Mette Frederiksen hevði tíðindafund herfyri og avgjørt varð at lata stóru handilsmiðstøðirnar aftur.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava stóran týdning fyri okkum. Jólini eru heilag, og vit njóta jóladagarnar. Jólaaftan høvdu vit bílagt trý pláss í Gladsaxe Kirke, tá tað er avmarkað, hvussu mong kunnu vera í kirkjuni í senn. Vit elska jólini og alt, sum hoyrir jólunum til, sigur Jana Højgaard Brodersen.