Svenning á Lofti:
- Eg fekk mín fyrsta muss frá konuni. Hon var 16, og eg var 17 ár. Helst hevur tað verið við Kongaminnið í Havn. Hon búði har í grannalagnum. Eg minnist tað so væl. Tað var aftan á eina nýggjársveitslu í Ebenezer. Tað var so flott, at hon bað meg fylgja sær til hús, so eg slapp frá at spyrja hana!
- Hetta hevur altso verið í januar 1958. Vit giftust í 1964, og hava 45 ára brúdleypsdag 23. mai.
Oddvør Johansen:
- Jú, tað minnist eg væl. Tann mussin fekk eg frá einum fittum sjómanni úr Vágum, og var tað vesturi á Leitisvatni. Har búði mín vinkona, sum eg vitjaði. Eg havi verið umleið 14 ára gomul, og var so vist forelskað. Vit bæði blivu kortini ongantíð par, og giftust seinni við øðrum makum. Men fyri mítt viðkomandi var Vágoyggin heimsins nalvi tá.
- So vítt eg veit, býr hann framvegis í Vágum. Vit hava einki samband í dag, men vinkonuna havi enn.
Ella Smith Clementsen:
- Eg havi fingið so nógvar, at eg minnist ikki allar. Men tann fyrsta má eg hava fingið sum seks ára gomul. Tað var frá einum floksfelaga. Meir sigi eg ikki.
Ole Wich:
- Eg kom so seint í gongd við at mussast, men eg minnist væl mín fyrsta muss. Eg var eini 15 ár, og tað var í einum busskýlið á Fæstningsallé’ini í Fredericia. Tað var við eini gentu úr flokkinum. Hon býr vist nokk enn í Fredericia, men eg havi einki samband við hana í dag.
Birita Mohr:
- Tað var soleiðis, at eg hevði eina barnakerligheit. Hann var granni hjá okkum, og vit gingu nógv inn til hvørt annað. Vit vórðu so forelskaði, og so eina ferð minnist eg, at vit fóru aftur um eina hurð, og fingu okkum ein ordiligan muss.
- Í dag hava vit einki samband. Men tá helt eg, at vit skuldu giftast. Vit blivu kortini væl, og tað bleiv til meir enn tann eina kossin.
Martin Joensen:
- Tann fyrsti mussurin, sum eg minnist meg hava fingið, var frá eini gentu úr mínum flokki. Tað var í einum bussi á veg úr Havn. Hon var so fitt og pen, og eg var so forliptur í henni. Eg minnist tað so væl, tí tað kom so óvart á meg. Vit hava gingið í 6.-7. flokki tá, haldi eg.
- Vit blivu ongantíð par. Men um nakað eitur “soul mates” í hasum aldrinum, má tað hava verið tað, vit hava verið.