Mín føroyski búni : Dávid Fossdalsá

    Eg møtti Dávid Fossdalsá, úr Klaksvík, til kappróðurin fyrr í dag og setti honum nakrar spurningar um hansara føroyska búna og føroyska búnan annars.

    Hvussu leingi hevur tú átt føroysk klæðir ?

    Tey vóru klár, tá eg bleiv studentur í 2011, so tilsamans 6 ár.

    Hvar eru tey frá?

    Mamma hevur gjørt mynstrið og bundið hosurnar, Jutta hevur gjørt buksurnar, troyggjuna og vestin, daman hevur gjørt húgvuna og Harriet Olafsdóttir hevur gjørt sloyfuna.

    Er tað nakað tú ert serliga glaður fyri, við tínum føroysku klæðum ?

    Húgvuna, vestin og sloyfuna. Nú ganga fleiri við sloyfu og húgvu, men serliga sloyfan er nú blivin populer.

    Hvat heldur tú um føroysk klæðir sum heild ? Skulu vit varðveita hesi traditionell ella er tað í ordan at gera broytingar soleiðis sum tað hugar einum sjálvum?

    Seinastu 15-20 árini eru bæði føroysk klæðir, føroyskur matur, føroyskar siðvenjur og annað brottið úr nýggjum onkunsvegna sum eitt mótsvar til alheimsgerðina. Kanska við onkrum broytingum, men lítil ivi er um, at føroysk klæðir eru modernað í dag - serliga millum ung fólk. Tað er blivið eitt must at eiga tey, og eg haldi, at fólk mugu hava frælsi til at gera síni egnu klæðir, tí siðbundnu sniðini, litirnir og samansetinginar eru ikki broyttar nógv, men byrja vit at gera reglur hesum viðvíkjandi, so kemur allarhelst at skapa eitt keðiligt mótrák. Lat heldur nøkur gera smáar broytingar og provokera, tí tað fær fleiri í føroyska búnan.