Gularótspanerað fiskaflak v/rís- og grønmetistorni og sinnopssós
(til 4 fólk)
500 g fiskaflak
200 g gularøtur
1 leyk
25 g av persillu
2 fet av hvítleyki
Kryddurtir, t.d. timian, rosmarin og dild
1 dl av matolju
125 g (1 kókiposi) rís
125 g av grønmetisbland, t.d. Bali-blanding
1 agurk
8 skivur av bacon
10 g margarin
2 spsk av dijon-sinnoppi
1 tsk av eddiki
1 tsk av sukri
Stilla ovnin á 220 stig
Koyr 1/2 dl av matolju í eitt fat og set tað í ovnin
1/2 dl skal brúkast at pensla flakið við
Rís- og grønmetistorn
Kóka rís og grønmetisblanding
Sker agurkina eftir longdini í 8 tunnar flísar
Kóka tær í 2-3 minuttir í saltvatni við eitt sindur av eddiku í
Ger ringar við agurflísunum og bacon og bind uttanum við bummullstráði. Fyll ringarnar við rísi og grønmeti. Brúkið bakaraovnsplátu við bakipappíri sum undirlag
Gularótspanerað flak
Flys gularøturnar og koyr tær í eina hvirlu saman við leyki, hvítleyki og kryddurtum
Sker flaki í passaliga 8 passaligar bitar
Tá ovnurin er heitur, verður fatið við kókandi oljuni tikið út
Flakapettini verða penslað við olju og vend í gularótsblendinum, áðrenn tey eitt og eitt verða løgd í fatið
Setið fatið við paneraðu fløkunum og bakaraovnsplátuna við rís- og grønmetistornunum í ovnin í 10-10 minuttir. Seinastu 7 minuttirnar verða hvítleyksflutes eisini sett í ovnin.
Sinnopssós
Koyr alt tilfarið í eina lítla grýtu og hita spakuliga, meðan restin av matinum verður stokt.