2. deild
Vágamenn halda framvegis kósini móti bestu deildini, men tað var nær við, at teir mistu tvey óvæntað stig i heimadystinum móti NSÍ leygardagin.
Tað vóru kanska vágamenn, sum áttu størsta partin av spælinum, men runavíkingarnir prógvaðu á ongan hátt, at teir eiga sjálvsagdan sess í botninum, har teir annars hava hildið til higartil.
Stinnir málverjar
Møguleikarnir trutu ikki í dystinum skilst úr Vágunum, men mest sum hvørja ferð annar av pørtunum hevði spælt seg fram til málið, so møttu teir einum væl spælandi málverja, og so kundi tað næstan gera tað sama, hvussu skotið varð.
Einki mál kom fyri steðgin, og sum runavíkingar áhaldandi ofraðu seg fyri sakini, so líktist tað als ikki nakrari avgerð, tá Ruslan Screlea loksins fekk lagt heimaliðið á odda.
Framhaldandi stríddust gestirnir fyri at fáa málið, sum kundi geva teimum stig við heimaftur, men tá so Clayton Soares nakað seinni skeyt sítt sætta mál í fimm dystum var leyst og liðugt.
Við sigrinum til heimaliðið minkaði munurin upp til Sumba niður í eitt stig, og ivaleyst ætla vágamenn eisini at betra enn meira um støðuna, tá teir komandi vikuskifti fara til Klaksvíkar at spæla. Runavíkingar fara tá til Fuglafjarðar at spæla grannauppgerð, og megna teir framhaldandi at halda fast í sama spælinum, sum teir gjørdu leygardagin, so er als ikki óhugsandi, at okkurt fer at spyrjast burturúr teirri ferðini.
FS Vágar-NSÍ 2-0(0-0)
1-0: Ruslan Screlea1
2-0: Clayton Soares