ESPERANTO
Jeffrei Henriksen
Harafturat verður við »heimsmálum« ikki bert framt málslig, men við lít eisini mentanarlig kúgan. Í esperantoheimi verður tað tikið sum sjálvsagt, at báðir partar nýta esperanto, hóast annar parturin hevur lært móðurmálið hjá hinum.
Á eini rannsóknarferð í Antarktis, har ymiskar tjóðir vóru umboðaðar, var m.a. ein breti við; og samskiftismálið var, sum vant, enskt. Hesin bretin var vegna móðurmál sítt so mikil harri í øllum orðaskifti, at onkur annar lovaði við sær sjálvum, at hann fór aldrin aftur nakra fleirtjóða bólkferð, har ið nakar var við, ið hevði enskt til móðurmál.
Her er týðing av broti úr grein eftir Zhang Qicheng: Lingvo kaj nacia sento í tíðarritinum Monda Kulturo (1982, framvegis tíðarbær):
Mál og tjóðskaparkensla
Mál er neyðugt amboð í politiskum, fíggjarligum og mentanarligum virksemi; alt meir sum eitthvørt tjóðmál breiðir seg, alt meir økist sostatt veldið og ávirkanin hjá tjóðini. Nú royna Bretland og USA at víðka nýtsluna av enskum, og hetta fær ikki verið uttan samband við royndina at víðka teirra megi og ávirkan. Sagt verður, at franskir myndugleikar stúra fyri, hvussu tað gongur aftur á hondina við tí franska málinum. Hetta er, tá ið samanum kemur, ikki bert eitt málsligt vandamál, men rakar eisini franskt vald og franska ávirkan á heimsins leikpalli.
Í øllum heiminum finnast so mikið mong tungumál, at altjóða felagsskapir sjálvandi ikki kunnu nýta tey øll sum almenn felagsmál. Sum nú er statt við vantandi millumtjóða felagsmáli, er ein loysn at lýsa nøkur umhildin og týðandi mál at vera felagsmál. Men soleiðis slepst ikki undan órættvísi og tørvandi fatan, ella tí ið verri er, undan málsligum og tjóðskaparligum mismuni.
Eingin ivi kann vera um, at heimssamfelagnum er bráðneyðugt at fáa eitt ella annað felags millumtjóðamál. Kjarnin í vandamálinum er, hvat mál ið tikið skal verða til felagsmál. Summi skjóta upp á, at vit sjálvandi mugu velja tað enska málið til felagsmál, so víða tað verður nýtt. Tey vilja vera við, at vandamálið brátt verður loyst, um allur heimurin lærir seg enskt umframt egið tjóðmál. Onnur halda, at tá ið samanum kemur, er enskt longu vorðið millumtjóðamál. Men trupulleikin er ikki so einfaldur, sum hildið verður. Enskt er málið hjá Bretlandi, sum søguliga var stórt heimsveldi, og eisini er tað málið í USA, einum av heimsins stórveldum. Tessvegna vilja mong lond ikki vita av enskum sum felagsmáli; tí hetta kenst eyðmýkjandi sum mismunur og vanvirðing móti øðrum tjóðmálum. Júst hesum er tað, ið roynt verður at sleppa undan. Heldur ikki samsvarar tað við veruleikan, tá ið vissað verður um, at enska málið longu er vorðið millumtjóða felagsmál. Enskt er eitt hitt mest umtókta málið í heiminum, men tað er langt frá almennari nýtslu um allan heim. Sum ein enskur esperantistur segði: hann dugdi franskt, og franski vinur hansara dugdi enskt; men tá ið teir hittust, tosaðu teir hvørki enskt ella franskt, men esperanto, tí at við at tala esperanto kendu teir seg báðir tveir sum javnlíkar.
Esperantistar skjóta upp á esperanto sum millumtjóða felagsmál og leggja dent á ta uttanveltastøðu, tað hevur; t.e. esperanto virðir tjóðmál og hevur onga ætlan um at koma í staðin fyri tey. Tí stendst eingin fløkja ella tvørleiki av málsligum mismuni, eingin tjóðskaparkensla verður eyðmýkt.