Síðani tað kom fram, at nú skal eitt nýtt føroyskt heimsatlas koma í staðin fyri tað frá 1993, er aftur staðfest, at vit her á landi hava eina hálvavegna átrúnaðarliga rørslu, ið brúkar mannagongdina hjá Sigmundi Brestisson, tá hann í síni tíð royndi at kristna føroyingar við svørði. Henda rørsla hevur funnið hin eina, reina og æviga sannleikan, tá tað snýr seg um føroyska málið – og Guð náði tann, ið mutar ímóti! Nei, forrestin, her er bara lóg og eingin náði…
Gamla atlasið, sum nú tíbetur fer í søguna, var veruliga við til at spjaða føroyingar, tí nú skuldu bæði landa- og staðarnøvn hava nýtt heiti ella skap. Úrslitið gav seg sjálvt, tí hóast eitt atlas fyrst og fremst er eitt amboð, ið skal hjálpa tær at finna, spurdist bara tað burturúr, at mong kendu seg sum burturvilst. Og sum kjakið gongur undan komandi atlasinum, verður tað einki mætari hesa ferð, tí alt tykist ganga út uppá, hvussu vit »skulu siga« tey ymsu nøvnini, heldur enn hvussu vit »siga« tey.
Her er eingin virðing fyri tí hevdvunna, at vit kunnu kalla eitt land ella ein bý við sama navni, sum vit altíð hava gjørt. Annaðhvørt verður navnið vent og snarað, so tað er ókenniligt, ella verður okkurt nýtt uppfunnið í staðin, sum eingin skilir nakað av. Nýtt og nýtt er kanska nakað nógv sagt, tí aloftast verður leitað so langt aftur, at heitini longu langt síðani vóru útdeyð, áðrenn Grímur Kamban nakrantíð steig fótin á land í Funningi.
Størsti óttin hjá »teimum frelstu« eru øll nøvn og orð, ið onkursvegna kunnu hava ligið nátt í Danmark ávegis til Føroya, sjálvt um eitt nú bæði norðmenn og svenskarar brúka júst somu nøvn ella orð. Sjálvur havi eg hvørki nakran serligan alsk til danskt ella Danmark, men fleiri ferðir síðstu tíðina eri eg næstan lagdur undir at vera landasvíkjari, tí eg ikki haldi Burgundarhólm vera rættari enn Bornholm ella Bjørgvin rættari enn Bergen. Kili og Grønhøvdaoyggjar ikki um at tala!
At nøkur vilja køva vanligt føroyskt mál við sínum sjálvgjørda »skriviborðsføroyska«, er ikki annað enn ein roynd at laða sær sjálvum málsligar varðar. Eitt heimsatlas, ið bara minnir um tað frá 1993, verður steinur oman á byrðu hjá teimum mongu túsundtals føroyingunum, ið annars hildu, at teir dugdu »føroyskt«, men kenna seg sleptar upp á fjall, tí einki av »teirra« er rætt longur. Livandi móðurmálið eiga vit øll – og ikki bara tey, ið látast at hava patentið liggandi í reyvalummanum!